Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
tann: 07.03.2023
Heilsan frá tveimum gentum í 8. flokki: Ein deiligur ítróttatími úti í kavanum
8. og 9. flokkur hava ítrótt saman hvønn týsdag. Í dag hava okur fingið hesa fittu frásøgnina frá tveimum gentum í 8. flokki í dag:
"Okur øll bíðaðu eftir bussinum, tí at okur skuldu vestur til ítrótt.
Tá okur komu til ítrótt, gav Danial, vikarurin, okum eini gleðilig boð. Boðini vóru, at okur sluppu út í fantastiska kavaveðrið. Í kavanum bygdu okur kavahús og spældu kavakríggj. Ímeðan nøkur spældu úti, vóru tað nøkur, ið fóru inn at kóka kakao.
Tá okur høvdu verið úti í kavanum eina løtu, fingu okur kakao uttanfyri.
Okur hugnaðu okum sera nógv úti í kavanum. Hetta var ein sera góður og stuttligur ítróttartími.
Vh
2 gentur í 8. flokki"






Til heimini
- Fráboðan um skrubb
- Frá skúlastýrinum: Okur ynskja barndóm uttan snildtelefonir
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini