HUGFLOGIÐ TIL ARBEIÐIS Á KØKSBREYTINI
Tá næmingarnir á køksbreytini (10.fl.) møttu í morgun, var ongin uppskrift løgt fram til teirra. Harafturímóti var eitt av borðunum nærum heilt fjalt av ymiskum mati og tilfari, og boðini vóru, at nú mátti hugflogið til verka, tí uppgávan var, at næmingarnir í bólkum skuldu finna útav, hvat kundi matgerast við tí, ið var til taks (ikki var loyvt at keypa ella lána eyka tilfar).
Her eru myndir frá degnum; fyrst tvær av tilfarinum, ið var lagt fram, og síðani myndir av rættunum, ið næmingarnir at enda kundu borðreiða við.


Rættur 1:
Fusilli pasta við pesto og sólturkaðum tomatum

Rættur tvey:
Stoktur laksur við kryddbakaðum eplum, ertamosi og glaseraðum gularótum

Rættur 3:
Sjokuláta-cookies við mjólk

Rættur 4:
Heimagjørdur burgari við pepperoni, osti og tabasco

Rættur 5:
Pasta við italskari kjøtsós

Winnie er lærari á køksbreytini.
Til heimini
- Fráboðan um skrubb
- Frá skúlastýrinum: Okur ynskja barndóm uttan snildtelefonir
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini