Tey flestu gleða seg til jóla, og tíðin undan jólunum verður brúkt til jólahugna av alskins slag. Í skúlanum koma jólini og jólafyrireikingar á skrá longu í november, so tíðin kann njótast til fulnar.
20. og 21. november pyntaðu okur stovurnar og felagsøkini, og hesa vikuna, ið er um at vera av, hava tey í innskúlingini havt jólaevnisdagar. Allir næmingar í Glugganum og 1.-3.fl. hava verið deildir í 6 bólkar, ið hava vitjað tvey ymisk verkstøð hvønn dag týs-, óns- og tórsdag.
Verkstøðini vóru ymisk, so har var okkurt til øll.
Smáfuglar og hendan ársins tíð
Her sluppu næmingarnir saman við Anniku J. og Jonleyg veruliga at hugsavna seg, sóu myndir av smáfuglum og sluppu at tekna sínar egnu. Summi hildu seg til onkrar av kendu smáfuglunum, meðan onnur nýttu hugflogið og teknaðu heldur øðrvísi smáfuglar. Stuttligt at síggja ymisku tekningarnar; onkur teknað í fuglafrásjón, onnur í froskafrásjón, onkur av einstakum fugli, onnur av flokkum.
Á hesum verkstaðnum var eisini prát um smáfuglarnar hesa árstíðina, og hvat teir eta. Her blivu eisini kúlur við fuglamati gjørdar, sum næmingarnir sluppu at taka heim við at geva fuglunum onkran kavadag í vetur.
Joga og frítt spæl í høllini
Í høllini var joga í miðdeplinum. Joga er eitt sindur sermerkt og leggur dent á eitt nú, hvussu okur anda. Karin Kristina fekk við sínum "andingarbólti" børnini at merkja sín andadrátt og anda heilt niður í búkin. Síðan vóru ymiskar joga-venjingar á skránni; summar lættar, aðrar eitt sindur meira avbjóðandi fyri summi, men avgjørt ein góð løta, har øll komu eitt sindur niður í "gear". Eitt sindur av fríum spæli varð eisini gjørt pláss til, og tað er altíð eitt "hitt" í stóru høllini. Sunnvá, ið er í starvsvenjing hjá okum í løtuni, var eisini knýtt at hesum verkstaðnum saman við Dianu og Karin Kristinu.
Pakkaberin Gemalius og jólini "fyrr í tíðini"
Fitti jólasangurin Pakkaberin Gemalius var snúningspunktið á hesum verkstaðnum, ið - umframt at læra at syngja sjálvan sangin saman við Álvgerð og Jens - lat næmingarnar tekna tað, tey hoyra í sanginum og práta og seta spurningar til jólini "fyrr í tíðini". Hvat var øðrvísi tá? Hvat fingu børnini í jólagávu? Hvat ynsktu tey sær, tá ongar snildtelefonir, teldur ella teldlar vóru til? Sera áhugavert prát, og onki er sum børn, ið syngja!
Trý kreativ jólaverkstøð
Umframt hesi trý verkstøðini, ið eru nevnd omanfyri, vóru eisini trý kreativ jólaverkstøð, har næmingarnir sluppu at gera ymiskt jólaprýði og -gávur.
Í evningsstovuni niðriundir høvdu Malla og Lilja gjørt klárt til ymiskt, ið kundi gerast burtur úr klemmum. Poul og Súsanna flættaðu vøkur jólahjørtu saman við næmingunum, og Hildur og Juanita gjørdu hjørtu úr "nótapappíri" og annað jólaprýði at hongja upp.
Næmingunum tóktust dáma væl øll verkstøðini, og teir næmingarnir, ið vórðu spurdir, hvussu teimum høvdu dámt dagarnar, svaraðu, at teimum høvdu dámt ordiliga væl, og slíkir dagar kundu tað saktans verið fleiri av!
Nakrar fleiri myndir frá Hildur, Karin Kristinu og Anniku kunnu síggjast í myndamappuni her.
sep. 2024