I Sandhedens Tjeneste
I Sandhedens tjeneste – keldukritikkur, falstíðindi og etikkur
Yvir 32.000 næmingar í 8., 9. og 10. flokkum í danska ríkinum hava í dag luttikið í einum beinleiðis netbornum tiltaki við heitinum I Sandhedens Tjeneste. Í hálvan annan tíma varð sjóneykan sett á sera viðkomandi evnini keldukritikk, falstíðindi og etikk. Millum góðu 32.000 næmingarnar vóru eisini okra 8. og 10. flokkar umframt næmingar á Føroya Eftirskúla, ið sótu í Tvøroyrar skúla og luttóku aktivt í tiltakinum.
Í beinleiðis sendingini fylgdu okur eini søgugongd, har okur fyrst fingu at vita, at ein stór spreinging var hend. So við og við fingu okur meir at vita, og av og á gjøgnum sendingina skuldu okra næmingar taka støðu til ymiskar spurningar, ivamál og tvístøður. Hvussu skjótt kann ein tíðindamiðil siga frá eini hending? Hvussu nógv skulu tey vita, áðrenn tey kunnu bera tíðindini? Hvørjar myndir kunnu deilast? Kunnu okur líta á vitnini?
Evnini, ið vórðu viðgjørd, eru sera áhugaverd og týdningarmikil, og tey eru samstundis sera viðkomandi í dagsins samfelag, har okra næmingar og okur øll onnur allan dagin hoyra, síggja og lesa tíðindi um alt møguligt. Ikki er tað altíð lætt at rokna út, hvat passar, og hvat ikki passar.
Hetta er 7. ferð, at DR skipar fyri hesum tiltakinum. Í ár vóru tað Erkan Özden, vertur á TV-Avisen, og Annika Wetterling, vertur á YouTube-rásini hjá DR-tíðindadeildini, ið vóru vertir fyri tiltakinum. Hetta er fyrstu ferð, at Tvøroyrar skúli luttekur, men væntandi verður tað ikki seinastu ferð.
Grein á dr.dk í dag: https://www.dr.dk/om-dr/nyheder/30000-fik-besoeg-af-annika-og-erkan-i-klassevaerelset
Til heimini
- Valfepur í Trongisvági
- Innskúlingin: Sjóneykan á lesing og lesigleði
- Innskúlingin ikki í skúla týs- og tórsdag vegna val
- Okur lesa
- Várroyndir skúlans 2026
- Fótbóltstroyggjufríggjadagur
- Føstulávint 2026 - ein frásøgn í myndum
- Musikkskúlakonsert fyri innskúlingini: Samstarv millum musikkskúlarnar í Vágum og á Tvøroyri
- Lesiátak í mið- og hádeildini 2.-27. mars 2026
- GG! Fundurin er ÚTSETTUR! Skúlastýrið skipar fyri felags foreldrafundi ónskvøldið 4. mars 2026
- Suðuroyartunnilin fyllir nógv
- Føstulávintsmánadagur í mið- og hádeild
- Ungdómstingið 2026: Suðuroyartunnil og bíligari menstruatiónsvørur
- FIT FIRST FOR ALL - framløga við Helga Winther Olsen 4. februar kl. 17.00
- Næmingarnir frí mánadagin 2. februar 2026