Innskúlingin til konsert hjá Føroya Symfoniorkestri
Tá Smyril loysti á Krambatanga í morgun, vóru nógv spent og glað børn umborð. Øll innskúlingin hjá okum - frá Glugganum til og við 3. fl. - var umborð, og tað sama vóru fleiri aðrir flokkar í oynni.
Endamálið við túrinum var ein túrur niðan í Norðurlandahúsið til árligu barnakonsertina hjá Føroya Symfoniorkestri. Orkestrið framførdi eitt nú søguna um eina tuba, sum spældi í orkestrinum. Norðurlandahúsið skrivar á síni facebook-síðu: "Tubbina er troytt av at spæla teir somu tveir tónarnar, og at hon ongantíð sleppur at spæla eitt ordiligt lag. Tubbina fer á eina ævintýraferð, tí hon vil so fegin royna at spæla eitt heilt lag. Súsanna Tórgarð hevur týtt søguna til føroyskt."
Farið varð aftur av Havnini kl. 13.00, og klokkan knapt 15.00 var hvør parkeringsbásur og meir afturat á Krambatanga í brúki, tá næmingarnir komu í land, og hesin frálíki skúladagurin var av.
Konsertin var avbera góð, og veðrið spældi við í Havn, so ein góður dagur :-)
Á veg niðan í Norðurlandahúsið:


Øll innskúlingin:

3. flokkur:
Til heimini
- Fráboðan um skrubb
- Frá skúlastýrinum: Okur ynskja barndóm uttan snildtelefonir
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini