Jól á bókasavninum
Eisini á bókasavninum sæst og merkist, at jólini eru í hondum :-)
Hvørt ár í november verða jóla- og jólaligar bøkur funnar fram á bókasavninum og settar á framsýningarhillarnar. Her eru fleiri bøkur, báði eldri og nýggjari, til ymiskar aldursbólkar og áhugamál.

Í nøkur ár hava okur havt ein jólakalendara á bókasavninum, ið hevur verið sera væl móttikin. Hvønn gerandisdag frá 1. til og við 14. desember verður ein nýggjur spurningur hongdur upp. Spurningarnir fevna um alt møguligt, til dømis persónar úr bókmentum, bókapermur, jólasangir, jólaorð og mangt annað.

Sum tykur síggja á greinmyndini ber eisini til at klippa og klistra á bókasavninum. Fittu genturnar á myndini hava klipt og klistrað nú í morgun, so okur kundu fáa okkurt nýtt pynt á træið á bókasavninum. Her er pappír, saksar, lím, litir og annað; eisini eru nøkur spøl, um onkur hevur hug at stytta sær stundir við tí.


Jólini eru ein hugnalig tíð; eisini á bókasavninum :-)
Til heimini
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini
- 3. flokkur hátíðarhelt sín síðsta skúladag í innskúlingini
- Gloymd klæðir í innskúlingini