Skúlajól eru nakað heilt serligt. Hugni, pakkakalendarar, kalendaraljós, jólakalendarin á bókasavninum, vakra, jólaliga djóraframsýningin í lívfrøðistovuni, angin av nýbakaðum køkum. Øll eru í góðum lag, næmingarnir gleða seg til jóla, og nú nærkast jólaferian, ið av myndugleikunum í ár er framskundað nakrar dagar vegna øktan koronusmittuvanda.
Úti á Tvøroyri hava okur sum vant skipað fyri ymiskum verkstøðum og tiltøkum. 4., 5., 7. og 8. flokkarnir hava allir luttikið á tveimum ymiskum verkstøðum (4. og 5. í evning og handarbeiði; 7. og 8. í smíð og tøving). Sí myndamappu við myndum av verkstøðunum her: https://tvoroyrarskuli.fo/imagegallery?Id=14903
Í gjár, 13. desember, hoyrdist vakur sangur um allan skúlan, tá gentur úr 7. flokki gingu Santa Lucia.
6. flokkur hava verið sera upptikin seinastu vikurnar, tí tey hava vant sjónleik. Tíverri sleppa tey ikki at sýna sjónleikin til okra stóra jólahald í SALT, men snýtast fyri at framføra har skuldu tey ikki. Tey hava í dag sýnt leikin á SALT-pallinum fyri foreldrunum. Leikin hava næmingarnir í 6. flokki skrivað saman við flokslæraranum. Í morgin sleppa okur øll í skúlanum at síggja upptikna leikin, og tað gleða okur okum til :-) Leikurin eitur "Eini øðrvísi jól."
Stjóraleikluturin er fjølbroyttur, og í dag hevur Jón saman við nøkrum næmingum í 9. flokki kókað greyt til rís à la mande, ið verður serveraður til jólahugnan í morgin.
10. flokkur hevur saman við næmingum á Føroya Eftirskúla, ið okur hava fleiri tímar og breytir saman við, gjørt ymisk spøl/aktivitetir, og nú er uppgávan at fáa jólahugnan í morgin at rigga. Okur sleppa ikki, sum vant, at samlast øll í fimleikahøllini, men aftur í ár møtast okur øll á teams, har ymiskt er á skránni. Undirhald, jólaevangeliið, søga, rís à la mande og ymiskt annað.
Sum siðvenja hevur verið í fleiri ár nú, hava okur eisini bakað nakrar smákøkur til øll, ið eru 80+ her í kommununi, umframt búfólkini á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi, og í ár var onki undantak. Næmingar í 1., 4. og 9. flokki hava bakað ymiskar vælsmakkandi smákøkur, og næmingar í 9. flokki hava pakkað køkurnar.
Næmingar í innskúlingini í Trongisvági umframt nakrir flokkar úti á Tvøroyri hava teknað sera vøkur kort, ið 9. flokkur festi á køkupakkarnar. Tvey av mongu, vøkru kortunum eru eisini vald at vera jólakortið hjá ávikavist skúlanum og bókasavninum.
Í dag hava okra næmingar í 8., 9. og 10. flokki umframt onkur av Føroya Eftirskúla verið og vitjað okra samborgarar, ið eru 80+. Hetta varð aftur í ár gjørt við frástøðu, og næmingarnir bóru maskur. Nakrar myndir eru at síggja í hesi myndamappuni (næmingarnir hava spurt um loyvi, áðrenn myndirnar eru tiknar og lagdar út): https://tvoroyrarskuli.fo/imagegallery?Id=14906
Tveir sera góðir dagar, og okur gleða okum til í morgin (og sjálvandi eisini til jólaferiuna) :-)
oct. 2023