Í gjárkvøldið var SALT karmur um okra árliga jólahald, og eins og undanfarin ár sóu og hoyrdu okur framúr framførslur frá okra røsku næmingum (og sjálvandi frálíka lærarakórinum eisini) :-)
Eitt av forvitnisligu innsløgunum var, tá Julia Jacobsen sang sangin Vetrarsól saman við felagskórinum úr innskúlingini (Glugganum og 1.-3.fl.). Kórið, ið frammanundan hevði sungið um Pakkaberan Gemalius og Sleturokk, sang so vakurt við í niðurlagnum, og Julia sang, sum hevði hon ikki gjørt annað. Ein vøkur og rørandi løta.
Vetrarsól er ein sangur, ið eigur sín uppruna í jólaevnisvikuni hjá Tvøroyrar skúla í 2020. Okur hava eitt gott samstarv við Musikkskúlan, og hetta árið var ein tónleikaverkstova partur av jólaevnisvikuni, og tað vóru tey bæði, Tróndur Enni og Annika Hvanngarð, ið høvdu ábyrgdina av innihaldinum. Tá flokkarnir møttu til verkstovuna, var fyrst hugarok á skránni. Næmingarnir funnu øll møgulig orð, navnorð, sagnorð og lýsingarorð, ið tey settu í samband við jól, og saman við Tróndi og Anniku skuldu tey í næstu uppgávu royna at seta orðini saman til ein tekst, ið kundi syngjast saman við einum lagi, ið Tróndur smíðaði á verkstovuni.
Í gjár hoyrdu okur so endiliga Juliu, ið nú gongur á miðnámsskúla, syngja sangin, ið hon fyrstu ferð sang í samband við okra online-jólahald í koronaárinum 2020. Í gjárkvøldið var framførslan live saman við okra yngstu næmingum.
Jens Johannesen, ið hevur starvast sum lærari í Tvøroyrar skúla í mong ár, syngur aðru stemmu/kór á útgávuni. Tað eyka stuttliga í hesum er, at Jens er abbi Juliu og hevur eisini verið lærari hjá Tróndi.
Í morgun var so frumframførsla í Kringvarpi Føroya, tá Tróndur greiddi frá um sangin, áðrenn hann varð spældur alment á fyrsta sinni. Longu løtu seinni hoyrdu okur hann í sendingini "Tit skriva, vit spæla", og hetta var neyvan seinastu ferð :-)
Til ber at lurta eftir og ogna sær studio-útgávuna av sanginum næstu dagarnar fram til jóla, um tú trýstir her (slóð til dropbox) umframt at síggja upptøkur frá jólahaldinum 20. desember her og her.
Vetrarsól
1. Stór og lítil, so fitt og bjørt.
Eitt granngrønt træ.
Pyntað við tí, tey sjálvi hava gjørt.
Eitt hugnaligt stað, okur sáddu eitt fræ.
.
2. Kavi og ísur, hvítt og kalt.
Spent og glað.
Ljósið hevur náttina fjalt,
so øll eru glað á hesum stað.
Niðurlag:
Veva saman vinarbond
og rætta bróðurhond.
Veva saman vinabond.
Tvinna saman heimsins lond
3. Stuttur er dagur, tá lívið er gott.
Kærleikin størstur er.
Ljósið er vitin, gleðin og glæman.
Ferðast við friði, mín vetrarsól.
Niðurlag x2
Lag: Tróndur Enni
Tekstur: Børn í Tvøroyrar skúla saman við Anniku Hvanngarð og Tróndi Enni
Framleitt: Tróndur Enni og Kim Hansen
Arrangement: Kim Hansen
Mix og mastring: Finnur Hansen
Tónleikarar:
Sangur: Julia Jacobsen
Sangur, 2. stemma: Jens Johannesen
Kór: Børn í Tvøroyrar skúla
Tróndur Enni: Bass guitar, acc. guitar og trompet
Kim Hansen: Klaver, mellotrone, percussion
Ragnar Finsson: Mandolin og el-guitar
Eyðun Nolsøe: Spanskur guitar
Trummur: Per Ingvald Højgaard Petersen
jan. 2025