Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
tann: 18.01.2024
Kavahugni í Trongisvági 17. januar 2024
Í morgun hava okur hoyrt um kavaruðuleika nógvastaðni í Føroyum. Í løtuni er gott kavaveður á Tvøroyri, og tað var tað eisini løtuna í gjár, tá næmingar og starvsfólk báði úti á Tvøroyri og í Trongisvági vóru úti og hugnaðu okum í kavanum.
Næmingarnir vóru glaðir at sleppa út í kavan at spæla. Summi skreiddu, onkur bygdi kavamenn og -borgir, kavabløk í hundraðtali vórðu gjørd (og kastað), og fleiri sparkaðu eisini fótbólt á kavaklædda vøllinum. Flestu gjørdu eitt sindur av hvørjum - ein stuttlig og hugnalig løta.
Til ein slíkan kavaskúladag hoyrir eisini kakao, og tað kom væl við, tá øll fingu bjóðað heitt kakao og grønakaku, tá okur komu innaftur.
Fleiri myndir av børnum, ið hava tað stuttligt í kavanum í Trongisvági eru her.
Myndir: Álvgerð, Hildur og Malla
Til heimini
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini
- 3. flokkur hátíðarhelt sín síðsta skúladag í innskúlingini
- Gloymd klæðir í innskúlingini