Kenn títt nærumhvørvi (miðdeildin)
Kenn títt nærumhvørvi :-)
Miðdeildin upplivir mangt í hesum døgum. Í síðstu viku bar til at hugsavna seg í ymiskum lærugreinum, og hesa vikuna er ymiskt annað spennandi á skránni í staðin fyri vanligu tímatalvuna.
Í dag hava næmingarnir í miðdeildini verið sjónligir í miðbýnum. Høvuðsevnið var nærumhvørvið, og 4.-7. flokkur vitjaðu kirkjuna, bátaverkstaðið hjá Johan Olsen, vóru túr í Valinum og vitjaðu Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnusavn umframt Gestastovuna og Pakkhús 18.
Í kirkjuni greiddi okra fyrrverandi lærari, altíð søgufróði Álvur Enni, frá kirkjusøguni og virkseminum í kirkjuni. Eisini sluppu okur upp í kirkjutornið, har útsýnið er sera vakurt.
Í Valinum var túrur við Chris Jan Michelsen sum ferðaleiðara á skránni. Chris Jan greiddi frá sermerktu søguni, tá fólk úr øllum landinum fluttu til Tvøroyrar fyri at finna sær arbeiði og settu búgv her á staðnum. Í Valinum var Føroya fyrsta, skipaða útstykking. Millum annað tosaði hann um Fylking og um gomlu kirkjuna, sum varð flutt av Bø í Valin og seinni til Sandvíkar, og at enda leiddi hann okum niðan har, ið Tvøratunga var.
Tvøroyrar bygda- og sjóvinnusavn er eisini mitt á Tvøroyri, og har var eisini vitjað í dag. Jens Arni Leo Hammerfoss, ið arbeiðir á savninum, greiddi frá lutum á savninum, og framsýningin, ið varð gjørd í sambandi við 130-ára føðingardagin hjá TB, stóð eisini frammi enn. Vitjað varð eisini í Gestastovuni og í Pakkhús 18, har stórar umvælingar fara fram í løtuni.
Fjórða vitjanin var á bátaverkstaðnum hjá Johan Olsen. Hann greiddi sera væl frá bátasmíði fyrr og nú. Næmingarnir sluppu eisini at royna seg í bátabygging.
Av og á regnaði rættiliga illa, og tá var gott, at Knút bjóðaði okum inn í Snaruna at kroka.
Hildur hevur tikið hesar myndirnar í dag: https://tvoroyrarskuli.fo/imagegallery?Id=15288
Til heimini
- Fráboðan um skrubb
- Frá skúlastýrinum: Okur ynskja barndóm uttan snildtelefonir
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini