Køkukapping
Køkukapping
Í dag heitti Mariann Mikkjalsdóttir vegna næmingarnar á skapandi breytini á okum, fýra lærarar, um at koma at døma køkukappingina, ið næmingarnir hava fyrireikað í nakrar dagar. Tey hava sjálvi valt uppskrift. Okur játtaðu sjálvandi og møttu spentar í skúlakøkini eftir døgurðasteðgin í dag.
Fyrst fingu okur eitt ark, har okur skuldu døma útsjónd, konsistens, smakk og eftirsmakk á køkunum á einum stiga frá 1 til 5.
Køkurnar, fýra í tali, vóru allar ómetaligar vakrar. Summi høvdu funnið sær íblástur frá eitt nú pinterest og Den store bagedyst og onnur frá ymiskum køkum, tey kenna.
Køkurnar, ið okur royndu, vóru hesar:
Mazarinterta, pyntað við heimagjørdum fontant-blómum, jarðberjum, oreokøku og gliturpynti.
Sjokulátakøka við bromberjakremi, gullpyntaðum maltesers, bláberjum, jarðberjum, toffifees og rivnari sjokulátu.
Sjokulátakøka við kremi, pyntað við rips, granateplakjarnum, bláberjum, jarðberjum, toffifees, gullpyntaðum knústum karamellum og maltesers.
Sera vøkur hvít køka við kremi og fontant, pyntað við glituri og knústum oreo.
Næmingarnir bíðaðu spentir, meðan lærararnir ótu.
Hóast allar køkurnar vóru sera vakrar og vælsmakkandi, var ein greiður vinnari:
Mazarintertan :-)
Mangatakk til skapandi breytina! Okur bjóða okum sjálvandi fram sum dómarar aftur eina aðru ferð :-)

Vinnarakøkan: Mazarintertan hjá Anniku, Silja, Signar, Denni og Súsanna P.

Sjokulátakøka hjá Birnu, Petur, Fljóða, Bjarta og Katrin.

Sjokulátakøkan hjá Petru, Filip, Sandru, Bjørk og Biritu.

Køkan hjá Conni, Manju, Súsannu H. og Mariu

Til heimini
- Fráboðan um skrubb
- Frá skúlastýrinum: Okur ynskja barndóm uttan snildtelefonir
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini