Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
tann: 02.09.2022
Kost- og Rørslubreytin: Holið í Helli
Í dag hevur kost-og rørslubreytin (valbreyt hjá næmingunum hádeildini) verið sín fyrsta túr í hesum skúlaárinum. Ætlanin var at byrja við einum túri niðan á Oyrnafjall, men mjørkin lá tjúkkur, so har var ikki ráðiligt at fara í dag.
Okur hava tó so mong onnur vøkur og áhugaverd støð at vitja her á leiðum, so Winnie og Otto funnu skjótt upp á ráð: Holið í Helli í Froðba.
So hóast summi høvdu glett seg at sleppa til fjals, fingu bæði næmingar og lærarar ein sera góðan túr í dag, og lagið var gott. Oyrnafjall bíðar breytini ein annan góðan dag!
Nú eru øll farin heim - gott vikuskifti :-)





Til heimini
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini
- 3. flokkur hátíðarhelt sín síðsta skúladag í innskúlingini
- Gloymd klæðir í innskúlingini