Kost- og rørslubreytin til fjals fyri Beran
Fríggjadagin í farnu viku var okra kost- og rørslubreyt ein heilt serligan túr. Tað serliga var ikki, at tey fóru ein túr niðan í fjøllini, tí tað eru tey nærum hvønn fríggjadag, tá veðrið loyvir tí, men júst hendan dagin vistu tey, at tey ikki einans fingu ein góðan og vakran túr niðan á Oyrnafjall, men tey stuðlaðu samstundis einum sera góðum endamáli.
Áðrenn túrin niðan á 443 metra høga Oyrnafjall varð avtala gjørd við eina lokala fyritøku, ið vil vera ónevnd: Fyritøkan vildi lata 1 krónu fyri hvønn hæddarmetur, hvør næmingur gekk.
Við vóru 15 næmingar úr 8. og 9. flokkunum í Tvøroyrar- og Hvalbiar skúla, og tað gav sostatt 6.645 krónur, ið breytin við gleði letur Beranum sum eina lítla tøkk fyri sera týdningarmikla arbeiðið, tey gera hvønn dag.
Í ár eru 20 ár, síðan Berin varð stovnaður. Á heimasíðuni hjá Beranum lesa okur m.a., at "Berin er til tín, ið hevur mist ella hevur álvarsliga sjúkt foreldur ella systkin, og til tín sum hevur mist barn. Tá eitt foreldur, systkin ella barn gerst sjúkt ella doyr elvir tað ofta til stórar, svárar broytingar í gerandisdegnum. Um tú kennir teg einsamallan við tíni sorg, kanst tú altíð venda tær til okkara."
Sorg og vanlukka kann raka okum øll. Tað ber ikki til at ímynda sær støðuna at missa eitt foreldur, barn ella systkin, um ein ikki sjálvur hevur upplivað hetta. Tað er tískil við størstu virðing og tøkk, at okur hervið geva okra lítla íkast til hetta arbeiðið, ið ikki kann gerast upp í pengum. Bestu ynski við innsavningini, ið verður at síggja í sjónvarpinum hjá KvF sunnukvøldið.
Les her um tíðina, tá Berin varð settur á stovn: https://kvf.fo/greinar/2023/02/27/berin-20-ar-eingin-skipad-hjalp-var-til-born-id-hovdu-mist-ein-kaeran
Heimasíðan hjá Beranum (har eisini ber til at lesa, hvussu eisini tú kanst stuðla): https://www.berin.fo/
Við á túrinum vóru umframt næmingar í 8. og 9. fl eisini læraranir Otto og Winnie og donsku starvsnæmingar okra Majken og Therese. Myndirnar eigur Otto.



Til heimini
- Evnisdagar - Saman um krabbamein
- Tryggari internetdagur 2026 - okur eru við á netinum
- Næmingaráðsfundur í mið- og hádeild fríggjadagin
- Rudda út? Okur taka gleðiliga ímóti lutum til loppumarknað
- Ársins rennidagur ónsdag, 24. sept.
- Næmingaráðsfundur verður mánadagin15. september
- Góð felags lesiløta
- Kunning: Heilsufrøðingurin er byrjaður
- Góða námsferð, 9. flokkur :-)
- Í dag er næmingaráðsval í mið- og hádeild
- Fráboðan um skrubb
- Skúlamyndir - kunning
- Kunning - nýggjur heilsufrøðingur
- Gloymd klæði í Trongisvági
- Fyrsti skúladagur - Vælkomin