Tá summarfrítíðin nærkast, plaga okur at skipa fyri nøkrum eitt sindur øðrvísi skúladøgum. Í fjør høvdu okur nakrar fakdagar, ið eydnaðust sera væl, og tískil var avgjørt at royna nøkulunda sama leist í ár; tó við øðrum lærugreinum. Ársins fakdagar settu sjóneykuna á ítrótt, evning, landalæru og kristni. Flokkarnir, ið fingu gleðina av hesum døgunum, vóru 4.-7.fl., ið fingu ein skúladag til hvørja lærugrein. Í ítrótti vóru rørsla og rørslugleði, spæl og stuttleiki í hásæti. Her er stutt myndafrásøgn frá hinum trimum lærugreinunum:
EVNING
Í evning var einamest arbeitt við oljukriti og at læra ymiskar arbeiðshættir. Tað var ótrúliga stuttligt at síggja, hvussu nógvar ymiskar og vakrar myndir komu burturúr hjá teimum.
4. flokkur slapp m.a. eisini at royna seg í einum einum heldur - fyri tey - øðrvísi arbeiðshátti. Tey sluppu at arbeiða við "rívi- ella skræðipappíri", ið varð skrætt og síðan sett saman til myndir. Sí nakrar av vøkru myndunum niðanfyri.
LANDALÆRA
Í landalæru vóru serliga fýra ymisk høvuðsevni á skránni. Fyrst var tað nærumhvørvið: Føroyar við serligum denti á Suðuroynni. Síðan var hugt at okra heimsparti, har næmingarnir eitt nú skuldu royna at finna lond í Europa. Eitt av høvuðsevnunum var heimsatlasið, har frálæra var í, hvussu til ber at brúka longdar- og breiddarstig at finna lond. Síðsta evnið var burðardygd og veðurlagsbroytingar. Hóast okur einamest hoyra um oyðileggingar og keðiligar framtíðarvánir, so er kortini vón fyri framman, um okur taka trupulleikan í álvara.
Eisini var tíð til spøl. Eitt var eitt borðspæl, har tú ferðaðist runt um í Føroyum. Tað dámdu teimum flestu sera væl. Tey kliptu eisini eitt Føroyakort sundur og skuldu leggja pettini samanaftur; júst sum eitt putlispæl. Tey eldru royndu seg eisini í kahoot-kapping um Føroyar (myndir ymsastaðni frá í Føroyum, og næmingarnir skuldu gita, hvar í Føroyum myndirnar vóru tiknar).
KRISTNI
Í kristni var evnið EIN GÓÐUR NÆSTI. Mangt og hvat varð tikið upp. Millum annað miskunnsami samariubúgvin og tvístøður, sum tey kunnu møta í skúlanum. Ymiskir arbeiðshættir vórðu brúktir; eitt nú panel, har næmingarnir skuldu kjakast um ymisk barna- og ungdómsevni, prát tvey og tvey stutt um ávíst evni og stafett, har tey skuldu skriva orð, ið lýstu tann góða næstan. Evnið var væl valt, tí tað var týðiligt, at hetta var nakað, ið næmingarnir høvdu eina meining um.
Sera væleydnaðir dagar, ið bæði næmingar og lærarar kunnu gleðast um :-)
sep. 2024