Lærugreinadagar í miðdeildini
Lærugreinadagar í donskum, enskum, føroyskum og støddfrøði
Hesa vikuna, meðan eldru næmingarnir ganga til royndir og próvtøkur, hava lærararnir í miðdeildini skipað fyri lærugreinadøgum í enskum, donskum, føroyskum og støddfrøði.
Allir flokkarnir (4.-7.fl.) hava fingið ein heilan dag til hvørja lærugrein, so teir hava veruliga havt møguleika at fordjúpa seg í einstøku lærugreinunum.
Vanliga verður roynt at gera undirvísingina í ymisku lærugreinunum fjølbroytta, so okkurt er til øll, men tá tú hevur ein heilan dag, hevur tú møguleika á ein heilt annan hátt at brúka tíð til øðrvísi læring. Eitt sindur av siðbundnari undirvísing kryddað við spølum, rørslu, gaman og álvara.
Lærarar og næmingar lata væl at :-)
Her eru nakrar myndir úr støddfrøði-høllini: https://tvoroyrarskuli.fo/imagegallery?Id=15282
Til heimini
- Fráboðan um skrubb
- Frá skúlastýrinum: Okur ynskja barndóm uttan snildtelefonir
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini