
Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
tann: 19.03.2024
Listaleypurin: Askur og prinsessan á tí hvíta hestinum
Okur hava í dag havt vitjan av listaleypinum. Í dag var gesturin tónleika- og sjónleikabólkurin SAUM, og tey í bólkinum framførdu ein stuttligan og poetiskan sjónleik um vinalag og ymiskleika
Okra yngru flokkar í Trongisvági hava í dag sæð leikin Askur og prinsessan á tí hvíta hestinum. Leikurin er samansettur av tónleiki, sjónleiki, frásøgn, dukkuleiki og operasangi, og leikararnir dugdu væl at fáa áskoðararnar við. Leikurin var á donskum, men tað var ongin forðing, tá høvuðsleikarin aftaná spurdi næmingarnar ymiskt um leikin og søgugongdina. Her vóru nógv, ið ikki smæddust at koyra fingurin upp og svara.
Tá leikurin var av, fingu øll børnini eina lítla bók, og mong vóru tey, ið nýttu høvið at fáa leikararnar at skriva sínar autografar í bókina og/ella á eitt pappír.
Hetta var ein góður leikur við einum góðum boðskapi. Okur siga hjartaliga takk fyri vitjanina :-)
Listaleypurin skrivar sjálvur soleiðis um leikin:Við livandi tónleiki, yrkingum, dukkum og operasangi tekur leikurin støði í tí kenda ævintýrinum um Øskufíu. Ein gandaverð vaknar á pallinum, tá tveir tónleikarar, ein operasangari og ein dukkuførari møtast.Børnini uppliva eina verð av ljóði, rytmu og løgum. Ein heimur, har tónleikurin sigur søgur eins væl og orð og gerðir. Sjónleikurin brúkar bæði klassiska operu og heilt nýggjan tónleik.Tann stilli Askur og hin virkisfúsa prinsessan Primula eru tvey heilt ólík børn. Kortini hava tey nógv í felag. Tey passa ikki ordiliga inn, og tey vaksnu lurta ikki eftir teimum. Prinsessan sleppur ikki at taka hestin inn í stovuna, og beiggjarnir hjá Aski spæla ikki við hann. Men sjálvt um tað kann vera torført at finna onkran at spæla við, má mann royna. Tí at kanska fær mann kortini ein nýggjan vin.....Tónleikur og ævintýr
Akkurát sum tað eru nógvir mátar at spæla, eru nógvir mátar at spæla tónleik. Okkara framførsla er full av sangi og tónleiki. Visti tú t.d., at tað ber til at spæla upp á eina sag? Og upp á eina gamla ruskspann?Tónleikurin hevur støði í Gioacchino Rossini operuni La Cenerentola (Øskufía), men tónasmiðurin Pernille Sejlund hevur spælt sær við tann verandi tónleikin og smíðað nýggjar sangir til sjónleikin.
Til ber at lesa meir um listaleypin her.












Til heimini
- Næmingaráðsfundur verður mánadagin15. september
- Góð felags lesiløta
- Kunning: Heilsufrøðingurin er byrjaður
- Góða námsferð, 9. flokkur :-)
- Í dag er næmingaráðsval í mið- og hádeild
- Fráboðan um skrubb
- Skúlamyndir - kunning
- Kunning - nýggjur heilsufrøðingur
- Gloymd klæði í Trongisvági
- Fyrsti skúladagur - Vælkomin
- Nú fara okur aftur í skúla
- Prógvhandan 2025 - Hjartaliga til lukku
- Ítróttartímin varð hildin á fjørðinum
- 7. flokkur vitjar í kolaminuni
- Evnisvika um kol í innskúlingini