Listaleypurin: Kópakonan í nýggjum hami
Í gjár høvdu okur í mið- og hádeildini forvitnisliga vitjan úr Listaleypinum. Talan var um Kópakonuna í nýggjum hami, ið er ein tulking av kendu søgnini um Kópakonuna, ið okur øll nokk kenna.
Tey, ið framførdu, eru nøkur av Føroya allarbestu ungu tónleikarum. Saman við myndum hjá Edwardi Fuglø á stórskíggja, sang og segði Birita Poulsen frá um kópakonuna og lagnu hennara. Páll Sólstein hevur skrivað tónleik, ið var avbera væl framførdur av Ernst Dánjalsson Remmel, Kristinu Thede Johansen og Aksel Dánjalsson Remmel, ið saman nevna seg EKA trio.
Framførslan var góð og gjøgnumførd, og kistan mitt á gólvinum, har kópahamurin varð goymdur í, gav framførsluni okkurt heilt serligt; kanska serliga tá roykur sprændi úr, tá søgan var mest spennandi.
Tá framførslan var liðug, góvu tónleikararnir sær góða tíð at greiða frá um ymisku ljóðførini, og Birita greiddi eisini frá síni listagrein: Sanginum!
Sera fyrikomandi og dugnalig listafólk. Takk fyri til tykum og Listaleypin!


Meir um Listaleypin: https://www.listaleypurin.fo/endamal
Til heimini
- Fráboðan um skrubb
- Frá skúlastýrinum: Okur ynskja barndóm uttan snildtelefonir
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini