Listaleypurin og 6. flokkur: Skógurin kring mína oyggj
Listaleypurin og 6. flokkur: Skógurin kring mína oyggj
tann: 23.03.2025
Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
Hvørt ár fáa okur nakrar vitjanir úr Listaleypinum, og nú var tað 6. flokkur, ið átti tørn. Tey hava tveir ónsdagar á rað luttikið á verkstovum, ið fyrireikararnir nevna "Skógurin kring mína oyggj".
Á heimasíðu síni, skrivar Listaleypurin m.a. um verkætlanina:
Tari er eitt framúr høvi til at gerast kunnugur við føroyska taraskógin. Í samstarvi við TARI, og ígjøgnum listarliga felagsgransking, vilja vit gera taran sjónligan, ítøkiligan og granska teir stóru møguleikarnar, hann rúmar. Børnini fara at læra um umhvørvið og skapa ymiska list og søgur burturúr tara.
Floortje Zonneveld og Alberte Holmø Bojesen, ið hava staðið á odda fyri verkætlanini, hava givið næmingunum innlit í taraskógin kring okra oyggj og hava saman við næmingunum gjørt ymiskt við og úr taranum. Næmingarnir sluppu eisini sjálvir ein túr út til Froðbiar at leita eftir tara.
Luttakarar í verkætlanini hava verið næmingar úr Hvalba, Vági og okra 6. flokkur umframt luttakarar á verkstovu í samstarvi við kvøldskúlan í Vági, og í hesum døgum er listaframsýning í Miðlatúni í Vági, ið vísir nakað av tí, sum er komið burturúr.