Listaleypurin: Romeo og Julia
Í dag hava 8. og 10. fl. verið til sjónleik um Romeo og Juliu. Hetta var ein eitt sindur øðrvísi sjónleikur, tí hóast heitið á leikinum var kent, var uppsetingin ein onnur enn tann, okur fyrr hava sæð.
Næmingarnir vórðu settir í tvær rekkjur; onnur rekkjan var Montague-ættin, meðan hin var Capulet-ættin. Í miðjuni varð sjálv leikgongdin. Tveir sjónleikarar spældu allar leiklutirnar, og í heilum vórðu næmingarnir drignir við inn í leikin. Til dømis máttu øll reisa seg, tá prinsurin kom framvið, og onkur mátti lesa onkur boð hart, so øll í ættini fingu boðini við.
Onkur í 8. flokki segði, at hatta var eitt tað stuttligasta, hon hevði upplivað í skúlanum. Ein sera forvitnisligur leikur, ið við skemti og álvara vísti kendu søguna hjá Shakespeare. Leikbólkurin Kompani13 stendur aftanfyri, og leikurin er serliga gjørdur til ung.
Leikararnir spældu væl, og boðskapurin var, at størst av øllum er kærleikin, og mest týdningarmikið av øllum er friður. Tvey ráð, ið familjurnar báðar hjá Romeo og Juliu áttu at tikið til sín beinanvegin, tí so var hendan syrgiliga søgan av ongum!
Hetta var ein vitjan, ið er partur av Listaleypinum. Upprunaliga var hesin leikurin á skrá tíðliga í ár, men sum so mangt annað, varð eisini hetta útsett vegna korona.




Til heimini
- Fráboðan um skrubb
- Frá skúlastýrinum: Okur ynskja barndóm uttan snildtelefonir
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini