Listaleypurin: Skal det være sådan her?
Farna fríggjadag, 8. mars, var Listaleypurin á vitjan hjá innskúlingini í Trongisvági.
Talan var um framførsluna "Skal det være sådan her", ið var ein eitt sindur øðrvísi leikur, tí her vóru ongi orð talað. Leikurin legði dent á rørslur og tónleik.
Leikurin byggir á barnabókina hjá Peter Schössow (Ska det vara såhär??!).
"Ein lítil genta kemur dragsandi við eini reyðari tasku, hon virkar ill. Vinirnir royna at skilja. Ikki fyrr enn annar torir at spyrja, letur hon taskuna upp, og í henni liggur fuglurin hjá henni, deyður. Leikurin er bæði syrgiligur og skemtiligur og er ætlaður til børn frá forskúla til og við 3. flokk."
Børnunum dámdu væl at fáa vitjan og eitt brot í vanliga gerandisdagin. Okur takka fyri vitjanina :-)
Lesið meir um Listaleypin her.







Til heimini
- Fráboðan um skrubb
- Frá skúlastýrinum: Okur ynskja barndóm uttan snildtelefonir
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini