Lutaseðlasølan hjá 10. flokki: Vinnaratølini
10. flokkur takkar hjartaliga fyri stuðulin í samband við lutaseðlasøluna til frama fyri námsferð hjá flokkinum seinni í vár. Ætlanin er at fara ein túr til Edinburgh, og okur fara sjálvandi at fortelja tykum um ferðina, tá okur eru afturkomin :-)
Vinnaratølini eru hesi:
1. Eitt ræst, skorið krov, vinnaranr. 1905
2. Gávukort frá Hotel Brandan à 2.000 krónur, vinnaranr. 57
3. Ein yvirnátting í summarhúsinum í Tjaldavík, vinnaranr. 415
4. Trý kilo av saltfiski frá Delta Seafood, vinnaranr. 209
5. Gávukort à 500 krónur frá JSS, vinnaranr. 2434
6. Gávukort à 500 krónur frá Intersport, Tórshavn, vinnaranr. 686
7. Gávukort à 500 krónur frá Kemilux, vinnaranr. 2226
8. Gávukort à 500 krónur frá ESLA, vinnaranr. 1601
9. Gávukort à 300 krónur frá Tangabúðini, vinnaranr. 2487
10. Gávukort à 300 krónur frá BærendsenTeknik, vinnaranr. 775
11. Gávukort à 200 krónur frá Sport 24, vinnaranr. 1867
12. Gávukort à 200 krónur frá FK, vinnaranr. 1449
13. Gávukort à 200 krónur frá Reinfann, vinaranr. 1750
14. Gávukort à 200 krónur frá Richard B. Thomsen, vinnaranr. 1942
15. Gávukort klipp og føn frá Salong Aidu, vinnaranr. 2361
16. Ein Metabo-slagborimaskina, virði 1100 kr, frá Balslev, vinnaranr. 1514
17. Ein sodavatnskassa frá Føroya Bjór, vinnaranr. 1007
Hjartaliga til lukku øll tykur, ið hava vunnið :-) Setið tykum í samband við okum í seinasta lagi 1. februar við at senda ein teldupost til okra flokslærara annika.eidesgaard@skulin.fo ella ring til hennara á tlf. 22 29 20. Um onkur vinningur ikki verður avheintaður, fellur hann aftur til flokkin.
Til heimini
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini
- 3. flokkur hátíðarhelt sín síðsta skúladag í innskúlingini
- Gloymd klæðir í innskúlingini