Manscher, Mortensen og Pætursson Háberg
SALT var á middegi í dag karmur um eina konsert við trimum tónleikarum, ið saman nevna seg Manscher, Mortensen & Pætursson Háberg. Allir næmingar í 4.-10. flokki umframt Føroya Eftirskúla vóru bodnir við á hesa konsertina.
Søren Manscher er danskur sangari og sangskrivari, og við sær hevði hann Hjørt Pætursson Háberg á trummum og Torleik Mortensen á bass. Framført varð á donskum, men umframt sangir um donsk viðurskifti, sang Søren eisini um ymiskt meira føroyskt. Til dømis hevði hann skrivað ein sang um Atlantic Airways og møguleikan, at man ikki fær lent, og um støðuna, tá tú vitjar eitt nýtt land og mást læra at bera teg at á ein hátt, sum er passandi á tí staðnum.
Áhugaverdir, væl framførdir sangir, og væl varð klappað, tá konsertin var av.
Næmingarnir vóru væl við, klappaðu og samskiftu við sangaran, ið væl upplagdur eitt nú bað allar árgangirnar um at geva ljóð.
Manscher, Mortensen og Pætursson Háberg eru í løtuni á tónleikaferð í Føroyum í samand við Summartónar 2021, og teir spæla almenna konsert í SALT í kvøld klokkan 20.00.
Til heimini
- Heystevnisvikan 2026: Kvæði, vísur og tættir
- Fráboðan um skrubb
- Frá skúlastýrinum: Okur ynskja barndóm uttan snildtelefonir
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini