Okur hava óivað øll dreymar um, hvat okur hava hug til at gera, lesa og uppliva. Miðdeildin hevði í gjár, ónsdagin, vitjan av fimm fyrrverandi næmingum í Tvøroyrar skúla, ið hava upplivað okkurt serstakt og spennandi, og sum tey fegin vildu greiða okra næmingum í 4.-7. flokki frá. Framløgurnar vóru góðar og spennandi, og hvør veit - kanska tær eisini kveiktu í onkrar dreymar hjá okra næmingum (og kanska onkrum lærarum eisini). Stóra takk fyri ómakin, tykur fimm. Gott at síggja tykum aftur á "gomlum gøtum" :-)
1. Birita í Dali
Birita í Dali býr og arbeiðir í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk, har hon hevur búleikast í eini 10 ár. Hon hevur upplivað mangt og hvat, og millum annað greiddi hon frá, tá hon saman við nøkrum øðrum ungum var við einum rannsóknarskipi norðan fyri Russland. Har sigldu tey runt í ísi og sóu eitt nú fleiri ísbjarnir. Eisini greiddi hon frá, tá hon ferðaðist teir 8000 kilometrarnar eftir transibirisku jarnbreytini og serstøku upplivingarnar, hon fekk á ferðini.
2. Niels Hammer
Á hvørjum ári síggjast fólk í gulari troyggju súkkla á gulum súkklum. Eyðkendi guli liturin sigur okum beinanvegin, at talan er um Team Rynkeby. Høvuðsendamálið hjá Team Rynkeby er at varpa ljós á og samla pengar inn til børn við hættisligum sjúkum og familjum teirra. Niels Hammer greiddi frá, tá hann í 2016 súkklaði fyri Team Rynkeby til París. Hann hevði eisini sína troyggju og súkklu við til áhugaverdu framløguna.
3. Halldis Michelsen og Rannvá Wiberg
Nógv droyma um at ferðast til fjarskotin og spennandi lond. Tvær teirra, ið hava gjørt dreymin til veruleika, eru Halldis og Rannvá, ið hava verið tvær ferðir uttanlands; fyrru ferð við Dansk Studiecenter og aðru ferð við adventuredk. Fyrra ferðin var eitt slag av ferðandi háskúla, ið var í 3,5 mðr, har tær byrjaðu ferðina í Miami og ferðaðust til Ecuador, Galapagos, Hawaii, Los Angeles, Hawaii og Maldivurnar. Seinna ferðin var ein mðr, og tá ferðaðust tær til Thailands, Cambodia, Vietnam og Laos. Sera spennandi og væl skipaðar ferðir, ið tær vilja viðmæla øllum at royna.
4. Hans Hammer
Hans Hammer greiddi frá, at hann í 8. flokki ikki slapp við flokkinum hjá sær á námsferð til Prag, tí hann var blivin sjúkur. Sum eitt plástur upp á sárið, keypti pápin honum ein el-guitar, sum hann eisini hevði ynskt sær. Hans spældi í skúlaorkestrinum og seinni í pakkhúsinum. Hann og vinmenninir í Asyllex hava vunnið ymiskar tónleikavirðislønir. Ein dagin varð Hans spurdur um at avloysa í Týr, og tað hevði við sær, at Hans nú er fastur limur í tónleikabólkinum, ið nú hevur basa í júst Prag, har Hans skuldi havt verið námsferð í 8. flokki. Í dag hevur hann ferðast nógv runt í heiminum, og sambært Hans er júst hetta dreymalívið.
sep. 2024