Miðdeildin spennandi kunningarferð í Trongisvági
Miðdeildin (4.-7.fl.) hevur øðrvísi skúladagar, nú summarfrítíðin nærkast, og í góðveðrinum í dag vóru tey í Trongisvági og hoyrdu um ymiskt forvitnisligt. Flokkarnir byrjaðu hvør sær í fýra ymiskum støðum, har frásøgufólk greiddi frá søgu og siðvenju, og síðani skiftu teir, so allir flokkar sluppu at vitja øll fýra støðini.
1. Við Stórá
Elsta fótbóltsfelagið í Føroyum spælir nú sínar heimadystir í Trongisvági. Søguríka felagið, TB, ið mong helst seta í samband við Sevmýri, festir nú røtur við Stórá. Tað var Hallur í Heiðunum, ið greiddi frá søguni og virkseminum hjá TB.


2. Elverkið
Flestu okra koyra dagliga fram við Elverkinum í Trongisvági; allarhelst uttan at geva okum stórvegis far um bygningin og virksemið har. Í dag vitjaðu okur á virkinum. Tað var Edvard Jakobsen, ið greiddi frá.

3. Klappjaktin
Árliga klappjaktin í Trongisvági er tiltikin, og fleiri eru siðvenjurnar, ið knýttar eru at degnum og felagskapinum. Næmingarnir møttu við standmyndina, ið varð avdúkað, tá klappjaktin í 2012 fylti 120 ár. Jens Rói Sørensen greiddi frá ymiskum, ið hevur við klappjaktina at gera.



4. Bátafelagið Naddoddur og -neystið
Vitjað varð eisini í hugnaliga Naddoddaneystinum og á økinum rundanum. Har vóru fleiri, ið nýttu høvið at greiða næmingunum frá ymiskum í samband við Naddodd, neystið og bátafelagið.


Myndirnar eru frá Mallu og Annu.
Til heimini
- Fráboðan um skrubb
- Frá skúlastýrinum: Okur ynskja barndóm uttan snildtelefonir
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini