Í oktober fingu okur eina forvitnisliga innbjóðing frá næmingaráðnum í Fuglafjarðar skúla. Tey høvdu avgjørt at halda altjóða barnarættindadagin 20. november og bjóðað øllum næmingaráðum í fólka- og frískúlunum í Føroyum á næmingaráðsdag, har rættindini hjá børnum og ungum vórðu sett á dagsskránna. Sjálvandi takkaðu okur fyri innbjóðingina og vildu gjarna luttaka.
Dagurin varð hildin, sum skrivað omanfyri, á sjálvum altjóða barnarættindadegnum, 20. november. Úr Tvøroyrar skúla luttóku fýra ung. Tey vóru Markus og Dánjal úr 9. flokki og Ólavur og Sissal úr 8. flokki, og tey vóru á fótum tíðliga, tí Smyril fór longu av Krambatanga klokkan seks.
Í Fuglafirði vórðu okur væl móttikin. Byrjað varð í høllini, har næmingaráðið beyð øllum vælkomnum, og nakrar frálíkar tónleikaframførslur við næmingunum úr Fuglafjarða skúla vóru eisini umframt nakrar styttri røður og fyrilestrar.
Fyrstur, ið fekk orðið aftaná næmingaráðið í Fuglafjarðar skúla, var landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, ið setti dagin og tosaði m.a. um týdningin av, at børn og ung eisini verða hoyrd í okra samfelag.
Hanna Vang, ið er Løgtingsins- og barnanna umboðsmaður, greiddi frá um ST-barnarættindasáttmálan, arbeiði sítt sum -serliga- barnanna umboðsmaður, og hvat børn og ung kunnu gera, um tey vilja klaga um onkran ella okkurt.
Umframt løtuna í høllini var eisini spæl og hugni á skránni. Spæliliðið í Fuglafjarðar skúla skipaði fyri nøkrum spølum, og allir næmingar og lærarar fingu báði ábit og miðmála.
Okur eru sera takksom fyri dagin, og at næmingaráðið í Fuglafjarðar skúla valdi at skipa fyri og bjóða okum við.
Heimasíðan hjá Barnanna umboðsmanni er her.
Frágreiðingin frá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum sæst her.
sep. 2024