Næmingarnir í 9. flokkunum í starvsvenjing
Nú sleppa næmingarnir í 9.flokkunum at royna seg á arbeiðsmarknaðinum í 2 vikur.
Mánadagin 9.september og til fríggjadagin 20.september 2019 fara næmingarnir í 9.flokkunum í starvsvenjing.
Nú sleppa næmingarnir í 9.flokkunum at royna seg á arbeiðsmarknaðin í 2 vikur. Tað eru nógv ymisk starvsvenjingarpláss, næmingarnir hava valt, og eru starvsvenjingarplássini vald í Suðuroynni og í Tórshavn.
Starvsvenjingarplássini eru: Suðuroyar Sjúkrahús, Smyril, Kim Roest, Toystovan, Mýrifípan, Suðuroyar Apotek, JSS, Gaards Bakarí og Varðin Pelagic, øll á Tvøroyri, Brosið í Hvalba, IRF í Hovi, Tangavirkið í Vági, Føroya Tele, Vero Moda, Power, Søstrene Grene, Bilrøkt og Skógrøktin í Tórshavn og Brim Arkitektar í Norðskála.
Um næmingarnir senda okkum myndir frá starvsvenjingini, verða hesar lagdar í myndasavnið.
Til heimini
- Fráboðan um skrubb
- Frá skúlastýrinum: Okur ynskja barndóm uttan snildtelefonir
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini