Norðurlandadagur í 5.b

Í dag, 23. mars, er Norðurlandadagur, og tað er sjálvandi eitt upplagt høvi at sleppa at royna seg í okra grannamálum.

Norden i skolen skipa javnan fyri norðurlendskum skúlakjatti, har flokkar kunnu hitta flokkar úr øðrum Norðanlondum og kjatta um ymiskt.
Tað kann vera trupult at vita, hvat tú skalt tosa við fremmand fólk um, og tí høvdu næmingarnir fingið nakrar spurningar frammanundan, ið tey kundu fyrireika seg uppá. Her eru bara trý dømi nevnd av teimum mongu evnunum, ið vóru uppi og vendu í dag:
- Semjist um hvørji trý ting eru best við at búgva í Norðurlondum
- Lær hin partin í kjattinum at siga eitt ordiliga trupult orð á tínum máli
- Viðmæl ein film ella sjónvarpsrøð frá tínum heimlandi
Næmingarnir eru býttir í bólkar, áðrenn kjattið fer í gongd. Hvør bólkur kjattar so við ein bólk úr onkrum øðrum skúla/landi í fimm minuttir, áðrenn farið verður til næsta bólk. Hetta er 3. ferð, at 5.b roynir seg við skúlakjatti á norðurlendskum máli, og teimum dámar tað sera væl. Hetta er eisini eitt átak, sum er væl umtókt í hinum Norðanlondunum, tí so nógv vóru við og kjattaðu úr ymisku londunum í dag, at skipanin viðhvørt hevði trupult at fylgja við.






Til heimini
- Valfepur í Trongisvági
- Innskúlingin: Sjóneykan á lesing og lesigleði
- Innskúlingin ikki í skúla týs- og tórsdag vegna val
- Okur lesa
- Várroyndir skúlans 2026
- Fótbóltstroyggjufríggjadagur
- Føstulávint 2026 - ein frásøgn í myndum
- Musikkskúlakonsert fyri innskúlingini: Samstarv millum musikkskúlarnar í Vágum og á Tvøroyri
- Lesiátak í mið- og hádeildini 2.-27. mars 2026
- GG! Fundurin er ÚTSETTUR! Skúlastýrið skipar fyri felags foreldrafundi ónskvøldið 4. mars 2026
- Suðuroyartunnilin fyllir nógv
- Føstulávintsmánadagur í mið- og hádeild
- Ungdómstingið 2026: Suðuroyartunnil og bíligari menstruatiónsvørur
- FIT FIRST FOR ALL - framløga við Helga Winther Olsen 4. februar kl. 17.00
- Næmingarnir frí mánadagin 2. februar 2026