Føstulávintsmánadagur er altíð spennandi. Tað er spennandi at síggja grýluklødd børn og vaksin. Spennandi at síggja kreativitetin og stuttligt at sleppa at pynta seg heilt øðrvísi enn vanligt: Vakurt, kreativt, stuttligt og óhugnaligt ella kanska eitt sindur av hvørjum. Eisini er spennandi at bíða eftir, at tunnuslátturin er av, og kattakongarnir og -drotningarnar eru kosnar.
Okra føstulávintsmánadagur var - sum vant - stuttligur og spennandi, men sum heild varð dagurin skipaður eitt sindur øðrvísi enn undanfarin ár. Næmingaráðið og starvsfólk høvdu havt eitt ynski um at býtt dagin hjá mið- og hádeildini sundur, og tað ynskið varð gingið á møti. Í Trongisvági vóru ikki tær stóru broytingarnar - og tó; í ár var fyrsta árið, at Gluggin luttók, og tað eydnaðist avbera væl.
Gluggin og 1.-3.fl.
Í Trongisvági møttu børn og starvsfólk grýluklødd kl. 8 um morgunin. Fyrsta løtan varð brúkt til hugna og stuttleika í flokkunum, og tey, ið ikki vóru heilt grýluklár, fingu eina løtu at gera seg klár, áðrenn tunnuslátturin byrjaði. Dreingirnir slógu eina tunnu, og genturnar slógu eina.
Kattadrotning hjá gentunum varð Maja úr 2. flokki og hjá dreingjunum Magnus somuleiðis úr 2. flokki.
Áðrenn næmingarnir fóru heim, fingu tey sunkist, sjokulátabolla og kakutunnustykki.
Gluggin
1.a
1.b
2. flokkur
3. flokkur
Fleiri myndir frá føstulávintshaldinum í Trongisvági eru her.
4.-7. fl.
Miðdeildin (4.-7.fl.) møttu eisini klokkan 8 fyri at gera seg grýluklár og hugna sær saman við floksfeløgunum. Her slógu 4. og 5. flokkur saman, meðan 6. og 7. flokkur slógu saman.
Kattakongar vórðu hjá teimum yngru Óðin úr 5. flokki og hjá teimum eldru Boas úr 7. flokki.
4. flokkur
5. flokkur
6. flokkur
7. flokkur
Fleiri myndir frá føstulávintshaldinum hjá miðdeildini eru her.
8.-10. fl. og Eftirskúlin
Størsta broytingin í ár var, at hádeildin eftir ynski slapp at sláa tunnu seinnapart. Tey møttu klokkan fýra seinnapart at gera alt klárt. 8. flokkur gjørdi flokshølið klárt, og 9. flokkur gjørdi mat: Pitabreyð við alskins fyllu.
Tá øll vóru mett og væl sett, varð farið í fimleikahøllina at sláa tunnu. Kattakongur varð Elias úr 9. flokki.
8. flokkur
9. flokkur við íblástri úr Shaun the Sheep-røðini
Fleiri myndir frá føstulávintshaldinum hjá hádeildini eru her.
Vinnarar av GRÝLUKAPPINGINI HJÁ NÆMINGARÁÐNUM í mið- og hádeildini
Vakrasta grýla í miðdeildini: Nóa úr 6. flokki:
Kreativasta grýla í miðdeildini: Viktoria úr 6. flokki:
Óhugnaligasta grýla í miðdeildini: Elsa Maria úr 6. flokki:
Stuttligasta grýla í miðdeildini: Bárður úr 4. flokki:
Vinnaragrýlurnar saman við parti av yngra næmingaráðnum:
Vakrasta grýla í hádeildini: Baldrian úr 8. flokki:
Kreativasta grýla í hádeildini: Gabriel Gusti úr 10. flokki:
Óhugnaligasta grýla í hádeildini: Natalia H. úr 8. flokki
Stuttligasta grýla í hádeildini: Kaleb úr 8. flokki (mynd manglar)
Vinningarnir til kappingina eru latnir av FK í Trongisvági, Tvøroyrar skúla og enntá okra egna næmingaráðsformanni.
Hjartaliga til lukku við allar kattakongar og -drotning og allar vinnaragrýlurnar. Næmingaráðið letur heilsa og siga, at tað var als ikki lætt at finna vinnarar í grýlukappingini. Har vóru fleiri um boðið í fleiri av kategoriunum. Tað er sjálvandi at gleðast um, men tey máttu finna ein vinnara í hvørjari kategori.
Okur vóna at síggja eins nógvar vakrar, óhugnaligar, stuttligar og kreativar grýlur aftur komandi ár!
(Festligasti flokkur, ársins grýla og ársins læraragrýla verða kunngjørt seinni)
sep. 2024