Ónsdagsbreytir í 10. flokki
Ónsdagsbreytirnar í 10. flokki
Ónsdagar hava næmingarnir í Tvøroyrar skúla møguleika at velja tríggjar ymiskar breytir: Sjóvinnu og handarbeiði og films- og miðlabreyt.
Veðrið hevur verið sera gott hesa vikuna, kalt og stilt, og ónsdagurin var onki undantak. Hendan dagin fór sjóvinnubreytin á flot. Tað eru næmingar úr Tvøroyrar og Vágs skúla umframt av Føroya eftirskúla, ið hava valt sjóvinnu hetta skúlaárið.
Ein partur av sjóvinnubreytini er at læra um ymiskan reiðskap, ið hevur við fiskiskap at gera; eitt nú at gera trol og dergur.
Næmingarnir hava gjørt línur, ið teir eisini hava egnt. Hesar línurnar vóru settar og drignar ónsdagin. Fongurin var kanska ikki tann besti, men okkurt kom burturúr.
Næmingar og lærarar eru samdir um, at hetta var ein avbera góður túrur.
Á handarbeiðsbreytini arbeiða næmingarnir í løtuni við at brodera sær fyriklæði til føroysk klæði. Fyrst valdu tær lit á fyriklæði, og síðan funnu tær sær mynstur, broderingshátt og litir. Tá broderingin er liðug, skal toyið riggast til.
Genturnar eru sera arbeiðssamar og tíma væl. Okur gleða okum at síggja endaliga úrslitið.
Myndir frá sjóvinnubreytini: https://tvoroyrarskuli.fo/imagegallery?Id=14160
Myndir frá handarbeiðsbreytini: https://tvoroyrarskuli.fo/imagegallery?Id=14159
Til heimini
- Gleðilig jól :-)
- Nakrar jólaligar løtur - okur síggjast kl. 17.00 til jólahald í SALT :-)
- Nærvera og gaman - ársins jólaevnisvika í mið- og hádeild er liðug
- Okur koma at heilsa upp á tykum, ið eru 80+, í morgin, týsdagin
- Skráin komandi dagarnar í Tvøroyrar skúla
- Jólaevnisvikan (mið- og hádeild)
- Barnalógin í eygsjón
- Betri vinir - Foreldrafundur var í innskúlingini 30. oktober
- Evnisdagar - Saman um krabbamein
- Tryggari internetdagur 2026 - okur eru við á netinum
- Næmingaráðsfundur í mið- og hádeild fríggjadagin
- Rudda út? Okur taka gleðiliga ímóti lutum til loppumarknað
- Ársins rennidagur ónsdag, 24. sept.
- Næmingaráðsfundur verður mánadagin15. september
- Góð felags lesiløta