Takk fyri, øll tykur, ið vitjaðu skúlan í gjár. Okur høvdu eina hugnaliga løtu og vóna, at tykur eisini hugnaðu tykum :-)
Í fleiri ár hava okur bjóðað foreldrum og avvarðandi at vitja skúlan stutt undan jólum. Hendan løtan hevur verið fyrireikað sum partur av jólaevnisvikuna, og okur gleðast um, at okur nú aftur kunnu bjóða inn í skúlan (tvey tey seinastu árini hevur hetta ikki verið gjørligt vegna koronu).
Innskúlingin í Trongisvági bjóðaði til drekkamunn frá kl. 15.00 - 17.00, og foreldur og avvarðandi vórðu boðin vælkomin at hyggja at skúlanum, ið jú er vakurt jólaprýddur.
Úti á Tvøroyri hevur hesa vikuna verið evnisvika, og tískil høvdu flokkarnir í mið- og hádeildini eisini skipað eina framsýning av tí, ið okur hava gjørt. Í gjár var opið hús hjá eldru deildunum frá kl. 16.00 - 18.00. Umframt framsýningina bjóðaðu okur sjálvandi eisini ein drekkamunn við lekkrum køkum, ið 9. flokkur hevði bakað til høvið.
Høvuðsevnið á okra jólaevnisviku í ár var "Rólig jól". Okur vildu gjarna hava eina róliga og hugnaliga viku, og hóast tað viðhvørt var nógv á skránni, halda okur, at tað eydnaðist okum at taka nakað av ferðini av og finna fram til jólahugna og -gleði.
Mánadag- til ónsdag hava flestu flokkarnir havt eina bundna uppgávu.
Mánadagin vóru trø á skránni. Miðdeildin gjørdi jólatrø úr pappi, meðan hádeildin gjørdi jólatrø úr træ/viði.
Týsdagin var uppgávan at gera ein jólaligan film. Hesir filmar vórðu vístir á stórskíggja í skúlastovunum til opnan skúla.
Ónsdagin var Granntræið á skránni - kenda jólaævintýrið hjá H.C. Andersen. Næmingarnir lósu, sóu og/ella hoyrdu ævintýrið, og so fóru tey at gera ævintýrið til teknirøð. Teknirøðirnar vórðu eisini hongdar upp, so okur øll kundu njóta tær.
Í gjár skuldu allir snøklar fáast á pláss, og øll gjørdu klárt til seinnapartin, tá foreldur og onnur komu á vitjan.
Nógv fólk vitjaðu eisini lívfrøðistovuna, har Turið hevði sett upp og pyntað øll okra fittu djór, og á bókasavninum, har Martin segði, at fleiri nýttu høvið at lána sær eina ella fleiri bøkur til jólafrítíðina - og sjálvandi at svara jólakalendaraspurningunum.
Takk fyri, tykur mongu, ið valdu at leggja leiðina í skúlan. Báði næmingar og starvsfólk eru ómetaliga glað fyri, at tykur vóru við til at gera hesar báðar tímarnar so hugnaligar.
Her eru myndir frá tórsdegnum, tá okur høvdu opið hús úti á Tvøroyri: https://tvoroyrarskuli.fo/imagegallery?Id=15545 (Myndir: Hildur, Turið, Poul, Annika)
Nakrar myndir frá jólaevnisvikuni (væntandi koma fleiri myndir í hesa mappuna komandi dagarnar): https://tvoroyrarskuli.fo/imagegallery?Id=15554 (Myndir: Winnie, Annika)
Okur gleða okum longu til næsta ár :-)
jun. 2023