Pippi bergtók øll í dag, báði stór og smá
"Besti sjónleikur nakrantíð!", segði ein genta í 2. flokki, tá klappini vóru liðug at runga í SALT-salinum í dag.
Námsfrøðihjálparanæmingarnir á Heilsuskúla Føroya høvdu í morgun boðið okra Glugga (forskúla) og 1.-3. flokki umframt øðrum til sjónleik um sterkastu gentuna í heiminum.
Okur kenna øll søgurnar um sterkastu gentuna í heiminum, ið verður nábúgvi hjá Tommy og Anniku. Tey trý gerast vinfólk, og mangan ger Pippi ymiskt, ið undrar Tommy og Anniku, men stuttligt hava tey tað altíð saman. Søgan endar sjálvandi við, at øll hava eina hugnaliga løtu saman í gleði og gamni; júst sum okur áskoðarar.
Pippi og hinir leikararnir vóru sera sannførandi, og pallurin var framúr vakur og gjøgnumførdur.
Takk fyri sera góðu løtuna, næmingar og starvsfólk á námsfrøðihjálparaútbúgvingini á Heilsuskúla Føroya.
---
Løgreglumenninir Jógvan og Erling buðu okum øllum vælkomnum. Teir eru jú vanir at halda skil á, so hetta var heldur ongin trupulleiki.
Pippi elskar pannukøkur, og sjálvandi bakar hon nóg mikið til Tommy og Anniku eisini.
Annika sær heilt forskrekt út, tá Pippi smekkar beinini upp á borðið.
Pippi elskar at gera ymiskt, ið hon ikki hevur roynt fyrr, tí tað, mann ikki hevur roynt fyrr, dugir mann sjálvandi. Mann veit í øllum førum ikki, at mann ikki dugir tað.
Proseluskan heldur ikki, at Pippi skal búgva einsamøll og heldur skuldi flutt á barnaheim, men hetta skilir Pippi onki av, tí hon er eitt barn, og hon hevur eitt heim, so tað má vera eitt barnaheim.
Tjóvarnir hava fingið gott eyga á peningakistuna hjá Pippi, men teir vita sjálvandi ikki, at Pippi er nógv sterkari enn teir og saktans megnar at seta teir upp á pláss.
Áskoðararnir vóru sera við uppá at hjálpa Pippi og løgreglumonnunum at finna tjóvarnar og róptu og peikaðu alt, teir vóru mentir.
- og Pippi fekk sjálvandi fatur á tjóvunum.
Alt endaði í gleði og gamni :-)
Her eru børnini í Glugganum avmyndað saman við Pippi og øðrum av leikarunum.
Pippi og hinir leikararnir høvdu úr at gera at verða avmyndað saman við fittu børnunum.
dec. 2024