PRÓGVHANDAN 2021
Tað var rættur hátíðardámur í skúlanum í Trongisvági í gjár, tórsdag, tá prógvhandan var á skránni. Vakur og fittur ungdómur í stási, gestir, ið vóru klárir við myndatólunum, lærarar, tónleikarar, myndafólk og onnur vóru komin at taka lut í hesi løtuni.
Ein prógvhandan er ein hátíðarlig løta; ein løta, ið um somu tíð er merkt av sorgblídni, nú ein kapittul í lívinum er av, og samstundis eisini av spenningi og kanska eisini einum ávísum fjáltri, nú tað er klárt at blaða víðari til næsta kapittul.
Fyri okum lærarar og skúlan er prógvhandanin eisini nakað serligt. Okur fegnast við næmingunum, men samstundis er løtan sorgblíð, nú okur eisini siga farvæl við næmingarnar, ið okur eru komin at kenna so væl yvir fleiri ár, okra næmingar!
Eins og í fjør var handanin í ár hildin í tveimum. Klokkan 16.00 tóku 9. flokkarnir ímóti sínum prógvum, og klokkan 18.00 var túrurin komin til 10. flokk.
Barnaskúlin er liðugur eftir 9. flokk, og tí er prógvið, tú fært eftir loknan 9. flokk nakað heilt serligt. Nú kanst tú sjálv/ur velja – við vegleiðing – víðari útbúgvingar- ella yrkisleið. Okur sum skúli vóna, at øll tykur, ið nú hava fingið handað prógv, í skúlanum eisini hava fingið ymiskt gott í viðførið, sum tykur taka við tykum víðari á lívsleiðini.
Summi velja at fara víðari í 10. flokk, ið er eitt heilt øðrvísi ár samanborið kanska serliga við 9. flokk. Árið er eitt val, eins og allar lærugreinar og breytir eisini kunnu veljast til ella frá. Tískil fært tú snikkað tær skúlaárið til, so tað í best møguligan mun passar til tín og tíni ynski. Sjálvandi bæði við álvara og gamni.
Umframt sjálva prógvhandanina var eisini felagssangur á skránni. Til handanina hjá 10. flokki var harumframt ein serstøk tónleikaframførsla, tá tveir av næmingunum sungu ein sang um týdningin av at ansa sær, tá ein ferðast á netinum. Sangurin varð skrivaður í samband við eina kapping um tryggleika á netinum, og vakri sangurin og álvarsemið í tekstinum rørdu hjartastreingir (sí leinki til upptøku niðast í hesi grein). Her er eisini vert at nevna, at seks av næmingunum í 10. flokki hava broderað og gjørt sær fyriklæði til føroysku klæðini á handarbeiðsbreytini hjá 10. flokki. Fimm av teimum vóru ílatin hesi fyriklæði til prógvhandanina. Sera flott handverk!
Jón Johannesen, skúlastjóri, helt sjálvandi røðu til báði 9. og 10. flokkarnar, har hann leit aftur á skúlatíðina og eisini hugleiddi um framtíðina, ið jú fer at verða myndað av teimum, ið í dag fáa prógv - okra framtíð.
Næmingarøður vóru aftur á skránni í ár; Maria Mohr Viderø helt røðu vegna 9. flokkarnar, og Bjarta B. Hammer helt røðuna vegna 10. flokk. Báðar hildu tær sera góðar røður, ið vóru merktar báði av skemti og av álvara.
”10 ár í Tvøroyrar skúla hava givið okum øllum gott í beinið. Tíðin, royndirnar og lærdómurin fara heilt sikkurt at hjálpa okum á okra lívsleið, sum liggur beint fyri framman. ... Tvøroyrar skúli kemur altíð at eiga, eitt serligt pláss í okra hjørtum." (Bjarta, 10. flokkur)
”Men eitt er vist, og tað er, at okur fara at minnast aftur á skúlatíðina við takksemi og gleði. ... Takk fyri okum… og ikki minst takk fyri tykum!" (Maria, 9. flokkur)
Tvøroyrar skúli vil hervið eisini takka tykum øllum, næmingum -og foreldrum-, fyri tíðina, tykur hava verið partur av okra skúla. Alt tað besta til tykum øll, nú tykur øll taka næsta stigið á lívsleiðini. Okur síggjast :-) Hjartaliga til lukku :-)
Maria Mohr Viderø heldur røðu vegna 9. flokkarnar
Bjarta B. Hammer heldur røðu vegna 10. flokk
Rakul, Julia og Tróndur framføra til prógvhandanina hjá 10. flokki
Framførslan sæst her í upptøku hjá Turið V. í Dali: https://www.youtube.com/watch?v=W9Vqg1QdX5U
9.a, 9.b og 10.flokkur
jun. 2023