26.jun 2020
Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
Tórsdagin 18. juni var prógvhandan í Tvøroyrar skúla
Undanfarin ár hava okur skipað prógvhandanina sum eitt felags tiltak fyri 9. og 10. flokkunum, men í ár er so nógv øðrvísi enn vanligt. Fyri at virða tilmælini frá landsins myndugleikum fingu 9. flokkarnir síni prógv klokkan fýra, meðan 10. flokkur fekk síni klokkan 18.00.
Prógvhandanir eru altíð hátíðarligar løtur, tí eitt prógv er altíð eitt punktum fyri eitt tíðarskeið í lívinum. Fyri okum sum skúla, er ein prógvhandan eisini ein sorgblíð løta. Okur fegnast við teimum ungu, at tey nú standa við einum prógvi í hondini, men samstundis er tað jú eitt farvæl við okra næmingar, ið okur eru komin at kenna so væl ta tíðina, tey hava verið her í Tvøroyrar skúla.
Okur skulu øll hava undirvísing í 9. ár, og tí er tað nakað heilt serstakt, tá ein sjálvur við vegleiðing kann velja, um ein fer í 10. flokk ella fer at royna aðrar leiðir. Barnaskúlin er liðugur, og nú vóna okur, at okur saman við foreldrum tykra og øðrum hava givið tykum amboð, vísdóm og styrki, sum tykum fer at tørva á víðari lívsleið tykra.
Okur bjóða, sum kunnugt, eisini 10. flokk, ið er eitt sindur øðrvísi enn undanfarnu 9 árini. Hetta árið er alt eitt val, umframt at allar lærugreinar eisini eru vallærugreinar. Her eru ikki eins nógvar próvtøkulærugreinar sum í 9. flokki, men tað merkir ikki, at alt er spæl. 10. flokkur er og eigur at vera ein samanseting av bæði álvara og gamni, av siðbundum- og øðrum lærugreinum og øðrum upplivingum.
Til báðar prógvhandanirnar helt Jón Johannesen, skúlastjóri, røðu, har hann leit aftur á skúlatíðina og ikki minst hetta serstaka árið, ið, sum kunnugt, gav okum eina heilt øðrvísi avbjóðing. Allir næmingar og lærarar máttu umstilla seg til ein skúladag á Teams, men eisini hesa avbjóðingina tóku okur á okum, og tað vardi ikki leingi, so vóru tey allarflestu trygg við nýggja veruleikan á netinum. Hóast tað kanska var stuttligt og spennandi at royna seg á netinum, so vóru tað nokk tey flestu, ið vóru glað at sleppa aftur í skúla saman við floksfeløgunum.
Bæði 9. flokkarnir og 10. flokkur høvdu valt ein av næmingunum at halda eina røðu. Petra av Rana helt røðu vegna 9. flokkarnar, og Rakul Túná Rúnadóttir helt røðu vegna 10. flokk. Báðar dugdu tær sera væl at bera røðurnar fram, og røðurnar báðar vóru ótrúliga góðar, skemtingarsamar og eisini rørandi. Báðar lutu tær aftur á skúlatíðina og søgdu, at hóast summar løtur kanska hava verið nakað strævnar, so hava tær og øll hini fingið nógv góð minni við sær.
”Fyri einum hálvum ári síðan lovaði eg mær sjálvari, at jeg aldrin skuldi sakna fólkaskúlan, men nú, minni enn hálvan dag eftir slutningin, føli jeg longu longsulin krúpa eftir mær.” Brot úr røðuni hjá Petru av Rana
”Hetta er ein gleðiligur dagur, men eisini ein sorgblíður dagur.
Bæði Rakul og Petra endaðu sínar røðu við eina heilsan til Tvøroyrar skúla og lærararnar:
Rakul: ”At enda vil eg siga, at tað er skilagott, at tykur lærarar hava verið so ótrúliga fittir og stuðlandi fyri okum gjøgnum øll árini, tí áðrenn tykur vita av, eru tað nevniliga okur, sum eru tannlæknin, læknin og bankaráðgevin hjá tykum. Uttan iva situr eisini ein komandi borgarstjóri ella løgmaður millum okum, so tykur hava nógv at gleða tykum til.”
Petra endaði sína røðu við at endurgeva eitt brot av heimasíðu skúlans, ið ljóðar:
”Vit vilja, at Tvøroyrar skúli skal vera:
Petra segði, at ”Hetta kunnu okur sanniliga taka undir við. Hóast alt sjálvandi ikki hevur verið so ljósareytt, tí tað hava eisini veirð súrar tíðir, men um trupulleikar hava stungið seg upp, eru teir loystir so við og við, og tá ið alt kemur til alt, so kundu okur ikki hugsað okum ein betri skúla.”
Tvøroyrar skúli takkar eisini tykum næmingunum fyri tíðina, tykur hava gingið her í okra skúla. Tykur hava sanniliga givið tykra íkast fyri at gera okra skúla til tann, hann er. Alt tað besta til tykum øll, nú tykur øll taka næsta stigið á lívsleiðini. Okur síggjast :-)
apr. 2024