Hvat kann røra hjartastreingir hjá nógvum lærarum samstundis? Tað veit okra 6. flokkur alt um, tí tað hava tey megnað í stóran stíl báði í gjár og aftur í morgun <3
Í eina viku hava næmingarnir í 6. flokki arbeitt við einari verkætlan, ið tey hava nevnt "Várgávan". Tey hava lisið, spurt og skrivað niður, tey hava leitað sær vitan ymsastaðni, tey hava kannað og granskað, og tey hava teknað, sagað, brent í træ, skrivað heilsanir og mangt annað. Endaúrslitið sóu okur seinnapartin í gjár, tá foreldur, avvarðandi og lærarar vórðu boðin við til framløgu.
Okur, áhoyrarar, lærdu nógv hesa løtuna. Næmingarnir buðu okum vælkomnum til framløguna og greiddu frá, at verkætlanin var í fleiri pørtum.
6. flokkur: Okur fingu eitt sindur at vita um flokkin; einglabørnini hjá Winnie, sum tey søgdu :-) Ein stórur flokkur, har pláss er fyri øllum. Eisini fingu okur at vita, at næmingarnir sjálvir ella foreldur eru ættað úr nógvum ymiskum londum; eitt nú Íslandi, Grønlandi, Tailandi, Jamaika, Serbia, Namibia, Ghana, Vietnam og úr Føroyum sjálvandi.
Lærarar, starvsfólk, næmingar og hagtøl: Í verkætlanarvikuni hava tey spurt lærarar og næmingar nakrar spurningar. Tey spurdu lærarar úti á Tvøroyri, inni í Trongisvági, og so greiddu tey frá, at tey máttu ringja til fleiri, tí tær vóru í barnsburðarfarloyvi (tað munnu vera nógv ár síðan, at so nógvir lærarar eru í barnsburðarfarloyvi her samstundis).
Millum annað vórðu lærarar og næmingar spurdir, hvør teirra yndislærugreinin var, og her undraði tað næmingarnar, at lærugreinin, ið fleiri lærarar nevndu føroyskt sum nummar eitt, meðan næmingunum -sjálvandi- dámdu best ítrótt. Næmingarnir vístu hagtøl á fínum talvum. Eisini høvdu tey gjørt sær ómak at finna fram til okkurt ávíst áhugamál, ið eyðkennir allar lærarar, námsfrøðingar og hjálparfólk í skúlanum.
Várgávan: Hvør gleði kann sammetast við gevaragleðini? Áhugamálini hjá starvsfólkunum skuldu ikki einans finnast av forvitni. Nú fingu okur at vita, hvat hetta skuldi brúkast til. Næmingarnir høvdu evnað ein borðskánara ella undirlag at seta eitt nú grýtur á til hvønn einstakan lærara, námsfrøðing og hjálparfólk, og saman við einari heilsan til skúlan og starvsfólkahópin vórðu hesir handaðir starvsfólkunum, ið vóru til staðar, og nú var meiri enn so okkurt tárið, ið hevði hug at daga undan.
Borðskánararnir vóru gjørdir úr fýra ymiskum træsløgum, ið okur eisini fingu innlit í. Á allar borðskánararnir vóru myndir fyrst teknaðar og so brendar niðurí, og síðan sera vakurt innpakkaðir saman við kunning um træslagið og einari fittari heilsan frá 6. flokki. Teir lærarar, ið flokkurin kennir væl, fingu eina persónliga heilsan.
Framløga fyri innskúlingini: Í morgun var aftur framløga á skránni. Klokkan 8 møtti 6. flokkur saman við Winnie til morgunsang í Trongisvági saman við innskúlingini (Glugganum og 1.-3.fl). Tá morgunsangurin var av, løgdu tey fram fyri innskúlingini og handaðu gávurnar til starvsfólkið í Trongisvági. Framløgan í morgun varð tillagað eitt sindur, tí áhoyrararnir nú í mestan mun vóru børn, men báðar framløgurnar vórðu sera væl skipaðar, og tey dugdu so sera væl at bera alt fram.
Vegna alt starvsfólkið í skúlanum skal ljóða ein hjartans tøkk til tykum øll <3 Okur vóna, at okur altíð megna at liva upp til føgru orðini! Hesar løturnar kunnu okur liva leingi uppá :-)
Hvørt ár hava næmingar í mið- og hádeild eina verkætlanarviku. Hesa vikuna verður tímatalvan sett til viks, og næmingarnir sleppa at royna seg á heilt annan hátt enn vanligu skúladagarnar. Dentur verður lagdur á, at tey læra at seta spurningartekin við okkurt og so royna at finna fram til eitt svar ella kanska eina loysn. Flokkurin velur vanliga eitt høvuðsevni, og næmingarnir finna so saman í bólkum og arbeiða tvørgreinaligt alla vikuna. Endað verður við framløgu.
Nakrar myndir av framløguni í gjárkvøldið:
Og í morgun:
jan. 2025