Samba-rýtmur í fimleikahøllini
Okur hava aftur havt vitjan úr Listaleypinum. Talan var um verkætlan, ið nevnist Samba-slagverk, og tað var 4. flokkur, ið slapp at royna seg við suðuramerikonskum rýtmum.
Vitjanin var skipað í trimum pørtum. Fyrsti partur var eitt nú frágreiðing um samba, nøkur smáspøl fyri at hita upp og tos um týdningin av at lurta eftir hvør øðrum, tá ein spælir saman í bólki.
Í øðrum parti komu ljóðførini eisini í spæl. Kunnað varð um ljóðførini, og næmingarnir sluppu at royna at spæla upp á ymisku ljóðførini.
Í triðja parti varð dentur lagdur á sjálvar rýtmurnar, næmingarnir spældu ymiskar rýtmur, ið endaðu sum eitt samansett lag. Her var týðiligt hjá næmingunum at síggja og hoyra, hvussu týdningarmikið tað er at samstarva og lurta hvør eftir øðrum, um tú skal fáa eitt gott samanspæl.
Tað eru James Goodwin og Markus Fríði Hammer, ið saman standa fyri hesi verkætlanini. Næmingunum dámdi væl. Okur takka fyri við nøkrum myndum frá løtuni.










Wivika hevur tikið myndirnar. Meira kann lesast um hesa verkætlanina og Listaleypin annars her.
Til heimini
- Okur lesa
- Várroyndir skúlans 2026
- Fótbóltstroyggjufríggjadagur
- Føstulávint 2026 - ein frásøgn í myndum
- Musikkskúlakonsert fyri innskúlingini: Samstarv millum musikkskúlarnar í Vágum og á Tvøroyri
- Lesiátak í mið- og hádeildini 2.-27. mars 2026
- GG! Fundurin er ÚTSETTUR! Skúlastýrið skipar fyri felags foreldrafundi ónskvøldið 4. mars 2026
- Suðuroyartunnilin fyllir nógv
- Føstulávintsmánadagur í mið- og hádeild
- Ungdómstingið 2026: Suðuroyartunnil og bíligari menstruatiónsvørur
- FIT FIRST FOR ALL - framløga við Helga Winther Olsen 4. februar kl. 17.00
- Næmingarnir frí mánadagin 2. februar 2026
- Innskriving í Gluggan, skúlaárið 2026-2027
- Fráboðan um skrubb
- Gleðilig jól :-)