Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
tann: 18.09.2020
Skapandi breytin er farin til verka
Í dag er fyrsti veruliga breytadagur hjá 8. og 9. flokkunum. Ein av breytunum, tey kunnu velja, er skapandi breytin, og fyrsta uppgávan er uppfrískan av skúlagørðunum.
Tað er ongin loyna, at okur í skúlagørðunum hava tørv á spølum og øðrum, ið næmingarnir kunnu stuttleika sær við, og tí tóku næmingarnir undir við uppgávuni við góðum treysti.
Í góðveðrinum í dag eru tey í bólkum farin undir at velja sær ymisk spøl og aktivitetir, ið so kunnu málast í garðin. Men áðrenn nakað kann málast, skulu kanningar gerast. Hvat riggar, og hvat riggar ikki?
Okur gleða okum at síggja, hvat tey finna uppá :-)
Lærari á skapandi breytini er Mariann Mikkjalsdóttir
Til heimini
- Fráboðan um skrubb
- Frá skúlastýrinum: Okur ynskja barndóm uttan snildtelefonir
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini