SKRAMBUL HJÁ EINUM, SKARTGRIPIR HJÁ EINUM ØÐRUM
Í morgun hevur Trongisvágs skúli havt vitjan úr Listaleypinum. Næmingarnir í 1.-3. flokki sluppu at uppliva eina heldur øðrvísi framførslu. Sum tykur síggja á myndunum, var nógv rusk á gólvinum, og ruskið spældi eisini ein stóran leiklut. Tveir mans framførdu; annar spældi tónleik og gjørdi ymisk ljóð, meðan hin dansaði, kannaði og gjørdi ymisk gandakend kynstur. Eisini vístu teir á munin á pappírs-, plast- og metalruski.
Børnini fylgdu væl við tey trý korterini, framførslan vardi. Tey svaraðu, tá listamenninir spurdu tey okkurt, og viðhvørt hildu tey eisini ondini, tá okkurt spennandi kynstur varð gjørt. Fleiri royndu eisini at gita, hvussu ymisku kynstrini kundu lata seg gera.
Takk fyri vitjanina í dag, og okur gleða okum longu til næstu vitjanina úr Listaleypinum.




Á heimasíðuni hjá Listaleypinum http://www.listaleypurin.fo stendur m.a. um hesa framførsluna:
"Kom við á ferð ferð í eina ruskfylta verð! Kitt Johnson Xact leggur fram eina nýggja gandakenda framførslu. Kom við inn í ein heim, sum er fullur av ruski og gandi, og møt teimum sjáldsomu ruskskiljiserfrøðingunum: Annar hoyrir loyniliga tónleikin í ruskinum, og hin sær loynda vakurleikan í tí. Ein stuttlig og tónleikalig framførsla um burðardygd fyri yngstu næmingunum."
Til heimini
- Várroyndir skúlans 2026
- Fótbóltstroyggjufríggjadagur
- Føstulávint 2026 - ein frásøgn í myndum
- Musikkskúlakonsert fyri innskúlingini: Samstarv millum musikkskúlarnar í Vágum og á Tvøroyri
- Lesiátak í mið- og hádeildini 2.-27. mars 2026
- GG! Fundurin er ÚTSETTUR! Skúlastýrið skipar fyri felags foreldrafundi ónskvøldið 4. mars 2026
- Suðuroyartunnilin fyllir nógv
- Føstulávintsmánadagur í mið- og hádeild
- Ungdómstingið 2026: Suðuroyartunnil og bíligari menstruatiónsvørur
- FIT FIRST FOR ALL - framløga við Helga Winther Olsen 4. februar kl. 17.00
- Næmingarnir frí mánadagin 2. februar 2026
- Innskriving í Gluggan, skúlaárið 2026-2027
- Fráboðan um skrubb
- Gleðilig jól :-)
- Nakrar jólaligar løtur - okur síggjast kl. 17.00 til jólahald í SALT :-)