Í hátalarunum rungaði "Skúlin er liðugur", og á ganginum var eitt sindur meira larmur, órógv og órudd, enn okur eru von við flestu aðrar skúladagar, men hetta var larmur og órudd av hugaligara slagnum, tí ikki nógv er meira lívsjáttandi enn glaður, syngjandi og smílandi ungdómur :-)
Gleði, spenningur og sorgblídni. Ónsdagin var síðsti skúladagur, og júst soleiðis, sum tað eigur at vera, varð dagurin hildin við larmi, sangi, spølum og einum sindri av roki.
Okra 9. og 10. flokkar hava eina tíð fyrireikað seg til hendan síðsta skúladagin. Flokkarnir høvdu bílagt sær troyggjur við prenti og funnið (og keypt) sær ymiskt, ið larmaði mest møguligt.
Ónsnáttina vóru helst nógvir lærarar (og onnur við), ið ikki fingu sovið nakað serligt, tí spentir næmingar kunnu larma illa náttina fyri síðsta skúladag. Flokkarnir vóru runt og vaktu sínar lærarar og vóru eisini inni hjá sínum flokslærarum eina løtu, áðrenn leiðin gekk í skúlan.
Her er 9. flokkur í túninum hjá Annu :-)
- og her er 10. flokkur í oysandi regni á veg niðan til Anniku :-)
"Skúlin er liðugur" rungaði longu (áðrenn) klokkan 8 ónsmorgun. Klokkan hálvgum 9 var morgunsangur. 10. flokkur hevði valt tveir sangir. Tann fyrri var Heimlongsul til Tvøroyrar og hin seinni var -sjálvandi- TB-sangurin, ið fekk øll at syngja við, og flestu vóru við í ketuni, ið nærum hoyrir til, tá TB-sangurin er at hoyra.
"Eg altíð velja vil mær Tvøroyri" :-)
"Eitt fótbóltslið sum TB"
Eftir morgunsangin bjóðaði 9. flokkur øllum lærarunum til lekran morgunmat í dupultstovuni. Hetta var ein sera hugnalig løta. Myndir av 9. flokki, ið eru tiknar heilt frá 1. flokki til í dag, vórðu vístar á skíggjunum, og Torkil helt eina sera góða og rørandi røðu vegna flokkin. Flokslærararnir í flokkinum takkaðu eisini fyri tíðina. Hendan løtan er altíð serstøk, tí hóast nøkur ætla sær í 10. flokk, er hetta síðsta kravda árið í fólkaskúlanum, og harvið síðsta árið í barnaskúlanum.
Torkil heldur røðu vegna næmingarnar í 9. flokki. Takk fyri sera góðu og rørandi røðuna, 9. :-)
Meðan 9. og lærararnir ótu morgunmat, skipaði 10. flokkur fyri aktivitetum í fimleikahøllini. Kristian í 8. flokki hevði føðingardag, so allarfyrst varð føðingardagssangur sungin fyri honum. So varð spurnakapping, har flokkarnir skuldu seta 12 ymiskar pinkubarnamyndir saman við næmingunum í 10. flokki.
Hvør av næmingunum í 10. flokki er hatta? :-)
Áðrenn steðgin var so morgunfimleikur á skránni úti í skúlagarðinum.
Ja, her er alt við at fara á flog! Morgunfimleikur í vindi og sirmi :-)
Eftir steðgin var ætlanin, at okur skuldu spæla spøl í skúlagarðinum, men veðrið var heldur keðiligt, so avgerð varð tikin um at flyta alt tiltakið inn í fimleikahøllina. Nú vóru 1., 2. og 3. flokkur eisini komin út á Tvøroyri at vera saman við okum eina løtu. Allarfyrst var linjudansur á skránni. 10. fekk næstan øll at dansa við til Achy Breaky Heart.
"Don't break my heart, my achy breaky heart" :-)
So vóru spøl á skránni. Fyrst sluppu næmingar úr øllum flokkum at kappast í at finna ymiskt og í lissukapping, áðrenn lærararnir skuldu royna seg í kapping, har tað ráddi um at eta eitt køkustykki (ikki so lætt, sum skrivað, tí ein skuldi standa aftanfyri við bindi fyri eyguni og geva tí, ið sat frammanfyri, køku) og at finna flogmús-góðgæti í róma. Øll hesi spølini eydnaðust væl - og næmingar og lærarar vóru sera raskir at heppa á sínar favorittar.
Tað gekk bara heilt væl at finna flogmýs í rómanum :-)
Ársins fótbóltsdystur var millum næmingar í 10. flokki og lærarar. Hóast sera vísir í einum sigri, taptu lærararnir, tá avtornaði, 0-1. Mikal skoraði vinnaramálið :-)
Ongin ivi um, hvørjum hesar halda við :-)
Vinnaraliðið úr 10. flokki (Olivur, Mikal, Oddmar, Emil, Bartal og Annika) :-)
Læraraliðið var mannað av Poul, Winnie, Otto, Jón, Wiviku, Annu, Álvgerð og Margit :-)
Dagurin endaði við vatnkríggi og køku!
Tá mann fer í vatn, plagar mann at lata seg í svimjiklæði :-)
Ein sera væleydnaður dagur, og okur takka báði 9. og 10. flokki fyri ein avbera góðan dag! Nú eru próvtøkurnar fyri framman, og okur ynskja tykum allarbestu eydnu :-)
Lærararnir máttu halda kaffikoppinum, tá teir møttu á lærarastovuni ónsmorgunin :-)
Vónandi var ongin lærari, ið vildi sera illa á wc :-)
dec. 2024