Skúlin letur meira upp
Undirvísingin verður skipað eftir vanligu tímatalvuni,
Góðu næmingar, foreldur og starvsfólk skúlans.
Tíverri gjørdi koronusmittan nógv um seg í Føroyum í august. Av tí sama var neyðugt at gera ymsar tillagingar í skúlanum at byrgja fyri smittuspjaðing.
Tíbetur er støðan munandi betri nú. Undirvísingarstýrið hevur ráðført seg hjá Koronaráðgevingini við tí endamáli at lata skúlarnar meiri upp.
Hetta merkir, at frá mánadegnum 7. sep. verður skúlagongdin skipað soleiðis:
· Undirvísingin verður skipað eftir vanligu tímatalvuni, og lærugreinir so sum handverk og list og ítróttur eru nú aftur á skrá.
Eisin byrjar undirvísingin á breytunum aftur.
· Skúlabussurin koyrir nú aftur sum vanligt.
· Tá næmingarnir koma í skúla á morgni, tekur lærari ímóti og øll skulu spritta hendur.
· Ongar stórar samlingar verða, so sum morgunsangur og líknandi.
· Í avmarkaðum føri er loyvt foreldrum at koma inn í skúlan, men skulu tey halda almennu tilmælini um frástøðu og reinføri.
· Foreldarfundir verða sum vanligt, men tó skal hvør næmingur bert verða umboðaur av einum foreldir ella verja.
· Hava starvsfólk ella næmingar sjúkueyðkenni, eisini mild sjúkueyðkenni, skulu tey ikki møta í skúla. Tað sama er sjálvsagt galdandi, um næmingur ella starsvfólk er sett í sóttarhald eftir galdandi mannagongdum.
· Er næmingur í serligum vandabólki, verður mælt til, at tosað verður við lækna, áðrenn avgjørt verður, at barnið kemur í skúla.
Mint verður annars á, at øll skulu halda seg til almennu tilmælini um frástøðu og reinføri.
Vinarliga leiðslan
Til heimini
- Valfepur í Trongisvági
- Innskúlingin: Sjóneykan á lesing og lesigleði
- Innskúlingin ikki í skúla týs- og tórsdag vegna val
- Okur lesa
- Várroyndir skúlans 2026
- Fótbóltstroyggjufríggjadagur
- Føstulávint 2026 - ein frásøgn í myndum
- Musikkskúlakonsert fyri innskúlingini: Samstarv millum musikkskúlarnar í Vágum og á Tvøroyri
- Lesiátak í mið- og hádeildini 2.-27. mars 2026
- GG! Fundurin er ÚTSETTUR! Skúlastýrið skipar fyri felags foreldrafundi ónskvøldið 4. mars 2026
- Suðuroyartunnilin fyllir nógv
- Føstulávintsmánadagur í mið- og hádeild
- Ungdómstingið 2026: Suðuroyartunnil og bíligari menstruatiónsvørur
- FIT FIRST FOR ALL - framløga við Helga Winther Olsen 4. februar kl. 17.00
- Næmingarnir frí mánadagin 2. februar 2026