Starvsvenjingin var alt ov stutt
Tað er eitt tað mest vanliga, næmingarnir siga, tá teir koma aftur í skúla eftir lokna starvsvenjing, og nú, okra 9. flokkur er afturkomin eftir at hava verið í starvsvenjing í tvær vikur, eru flestu á einum máli um, at tey saktans kundu verið longri í starvsvenjing. Teimum dámar væl at sleppa út at royna seg á ymiskum starvsplássum og –støðum, og so telur tað nokk eisini, at flestu skúlatingini sleppa at halda frí hesar vikurnar.
Tað er ymiskt, hvar næmingarnir velja at fara í starvsvening. Tey verða biðin um at velja upp til trý ymisk arbeiðsøki í fyrsta umfari, og tey flestu sleppa í starsvenjing innan hesi øki. Summir næmingar velja, tí tey eru forvitin eftir at vita, um eitt ávíst arbeiði er nakað fyri tey, summi eru forvitin at vita, hvat man ger til dømis á einum hotelli ella í einum barnagarði, og summi halda seg longu vita, hvat tey ætla eftir fólkaskúlan og vilja tí royna tað yrkið, tey ætla sær at útbúgva seg innanfyri. Tað eru fleiri, ið ikki enn vita, hvat tey ætla sær, og tað er sjálvandi alt í lagi, tí hvør veit – kanska júst starvsvenjingin kann geva teimum eina ábending um, hvat tey tíma, ella hvat tey kanska ikki tíma eins væl.
Okur eru sera takksom, at arbeiðspláss, virki og einstaklingar, hava hug at taka ímóti næmingum í tvær vikur; uttan tykum var ongin starvsvenjing. Takk fyri!
Í ár hava næmingarnir í 9. flokki verið í starvsvenjing á hesum støðum:
Varðin Pelagic, Kringvarp Føroya, Býlingshúsið á Flat, Landssjúkrahúsið, Djóralæknastovan, FSF, Tvøroyrar skúli, Hotel Hilton, Hotel Brandan, Frítíðarskúlin á Fløtum, Dagstovnurin Birkilund, Birgir Dimon, Barnagarðurin Mýrifípan, Tvøroyrar kommuna, Bilasølan, CS-Hús, RBT, Groth Electric, MTV, Verkstaðið hjá Eyðun, Spf. Bárður Hentze.
Fleiri myndir eru at síggja her: https://tvoroyrarskuli.fo/imagegallery?Id=14636 (kanska fáa okur fleiri myndir komandi dagarnar; so verða tær eisini lagdar í myndasavnið).
jun. 2023