Summarfrí
Nú gleða okur øll okkum til eina væl uppiborna summarfrítíð.
Góðu næmingar og foreldur
Nú skúlaárið av álvara fer at halla, fara okur at takka tykum øllum fyri eitt spennandi og óvanliga hendingaríkt skúlaár.
Umframt vanliga undirvísing við øllum teim tiltøkum, ið har til hoyra, blivu okur rakt av koronasmittuni, ið legði alt landið lami. Tykur skulu øll hava eina serliga tøkk fyri sýnda vælvild og skjóta tillagan til fjarundirvísing í hesi løgnu og truplu tíð.
Vit hava nú í nakrar vikur verið aftur í skúla, og var tað ein sonn frøði at síggja, hvussu glaðir næmingarnir vóru at sleppa í skúla aftur.
Komandi skúlaár verður eina lítil broyting. Í deildini í Trongisvági skulu í framtíðini bara verða 1., 2. og 3. flokkur. Hetta merkir at komandi 4. flokkur skal út á Tvøroyri at ganga.
Nú gleða okur øll okkum til eina væl uppiborna summarfrítíð.
Okur byrja í skúlanum aftur týsdagin 18. august
Gott summar øll somul
Vinarliga Leiðslan
Til heimini
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini
- 3. flokkur hátíðarhelt sín síðsta skúladag í innskúlingini
- Gloymd klæðir í innskúlingini