15.feb 2021
Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
Í Trongisvágs skúla hava 1.-3. flokkarnir sjálvsagt eisini hildið føstulávint í dag.
Dagurin byrjaði við morgunsangi, og so varð farið upp á gólv. Í longri tíð hava flokkarnir vant, so tey í dag kundu skipa í dansinum.
1. flokkur skipaði Veturin kom við kulda og kava og Burtur á heiði, 2. flokkur skipaði Kall og Svein unga og Øskudólg og Sópingarkonuna, og 3. flokkur skipaði part av Orminum Langa. Dansurin gekk væl.
Tá næmingarnir (og lærararnir) høvdu fingið eina góða løtu at lata seg í grýluklæði og at eta matpakka, var klárt at fara at sláa tunnu.
Sambært korona-tilmælunum var neyðugt at býta flokkarnar sundur, so hvør flokkur hevði sína tunnu.
Tunnan hjá triðja flokki kom fyrst niður, og kattakongur bleiv Lukas.
Tunnurnar hjá 1. og 2. flokkunum komu nærum niður í senn.
Kattakongur í 2. flokki varð Silas, og í 1. flokki varð Malik kattakongur.
Teir tríggir kattakongarnir fingu krúnu og gávu.
Tá tunnuslátturin var av, fingu næmingar og lærarar føstulávintsbollar og sunkist.
Ein stuttligur skúladagur er komin at enda. Í kvøld eru flestu næmingarnir nokk úti og ganga grýlu, og í morgin er frídagur.
Síggjast ónsdagin :-)
Nakrar myndir frá degnum:
apr. 2024