Undanstevna í Skúlaleikum hildin í Trongisvági í morgun
Í morgun hava 4., 5. og 6. flokkarnir av Tvøroyri, úr Vági, Porkeri og Sumba spælt, kappast og hugnað sær í Trongisvági, nú ársins seinasta undanstevna í Skúlaleikum hevur verið.
4. flokkarnir royndu seg í frælsum ítrótti og flogbólti, 5. flokkarni í inniróðri og batminton og 6. flokkarnir í kurvabólti og rørslumegi.
Á heimasíðuni hjá Skúlaleikum stendur millum annað, at "Í Skúlaleikum verður dentur lagdur á felagsskapin í flokkinum og gleðina við at røra seg. Næmingarnir fáa eina uppliving saman, vinna sær stig saman og fáa eyka stig fyri at heppa á hvønn annan. Øll skulu kenna seg væl, tí Skúlaleikir eru fyri øll."
Allir okra flokkar kláraðu seg sera væl, og 4. flokkur vann sín bólk og sleppa við til landsstevnuna, ið verður seinni í vár. Tey vunnu eisini heiðurin "besta hepp"; umframt at Tvøroyrar skúli vann heiðurin fyri besta felagsskap.
Nakrar myndir frá Rannvá og Estrid finna tykur her.

Til heimini
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini
- 3. flokkur hátíðarhelt sín síðsta skúladag í innskúlingini
- Gloymd klæðir í innskúlingini