Ungdómshornorkestrið (08.03.2023)
Mánadagin fer Tvøroyrar Hornorkestur, ið so ofta er við til at seta sín serliga dám á tiltøk her í býnum og aðrastaðni við, ein túr til Edinburgh, og nú fáa fólk í skotska høvuðsstaðnum eisini møguleikan at hoyra okra dugnaliga hornorkestur, tí nakrar konsertir eru eisini á skránni á ferðini.
Í Edinburgh er eisini ætlanin at vitja grøvina hjá Jack Malpass, ið var dirigentur hjá Tvøroyrar Hornorkestri frá 1980 - 1984. Sambært Tróndi Enni, ið stjórnar orkestrinum í dag, eigur Jack stóran part av æruni av tí hornorkestri, okur kenna í dag. Hetta tíðarskeiðið vandi orkestrið seks tímar felagsvenjing um vikuna umframt at venja nógv heima, so framgongdin var sera stór.
Við á ferðini til Edinburgh eru fleiri av okra dugnaligu næmingum, ið framførdu til morgunsang herfyri. Ungdómshornorkestrið undir leiðslu av Tróndi Enni spældi fýra løg fyri okum: Scotland the Brave, All through the Night, Irish Tune From County Derry og Blaydon Races.
Horntónarnir rungaðu í fimleikahøllini, og dúgliga varð klappað, tá framførslan var liðug.
Okur ynskja Tvøroyrar Hornorkestri eina góða ferð til Edinburgh :-)
Niðanfyri eru upptøkur av Scotland the Brave og Blaydon Races.
Til heimini
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini
- 3. flokkur hátíðarhelt sín síðsta skúladag í innskúlingini
- Gloymd klæðir í innskúlingini