Vælkomin í Gluggan, okra nýggja forskúla
Eftir summarfrítíðina sleppa fyrstu børnini á Tvøroyri í forskúla. Seinastu tíðina hava umboð fyri kommununa, dagstovnaøkið og Tvøroyrar skúla arbeitt við eini verkætlan at seta á stovn forskúla á Tvøroyri, og nú er komið so langt áleiðis, at starvsfólk eru sett, og forskúlin hevur fingið navn.
Navnið á forskúlanum er GLUGGIN. Tvøroyrar kommuna skipaði fyrr í ár fyri einari navnakapping, og fleiri enn 50 uppskot komu inn. Vinnarauppskotið eigur Randi Kúrberg.
Ein forskúli er eitt millumlið millum dagstovnaøkið og fólkaskúlan. Forskúlin er fyrrapartar, meðan børnini seinnapartar hava í boði eitt tilboð um frítíðarskúla.
Arbeiðið í forskúlanum verður sambært kunngerðini um skipan og læring í forskúla frá 2013. Børnini fáa avbjóðingar, so tey kunnu menna sítt forvitni, skapanargleði, sosialu førleikar og hugin at læra. Dagurin og innlæringin verður í stóran mun skipað sum ein leikandi tilgongd til menning og læring.
Í forskúlanum koma ein lærari og ein námsfrøðingur at starvast lið um lið, og hesir skulu í felag skipa dagin hjá børnunum. Tær báðar, ið eru settar í starv í forskúlanum, hava drúgvar royndir at arbeiða við og saman við børnum í hesum aldrinum og gleða seg at sleppa í gongd at menna og mynda nýggja forskúlan, ið kemur at húsast saman við innskúlingini hjá Tvøroyrar skúla í Trongisvági.
Lærari í forskúlanum verður Juanita Schrøter Holm, ið er úr og býr í Hvalba. Juanita er útbúgvin lærari á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya í 2014. Hon hevur millum annað starvast í skúlanum á Argjahamri og í Hvalbiar skúla. Fyrstu tíðina í skúlanum á Argjahamri var hon við, tá forskúli var stovnaður har, so hon hevur umframt nógvar aðrar viðkomandi royndir, eisini royndir úr forskúla. Juanita hevur millum annað eisini verið leiðari fyri barnaundirhaldi umborð á Norrønu.
Námsfrøðingur í forskúlanum verður Karin Kristina Eysturberg, ið er av og býr á Tvøroyri. Karin Kristina er útbúgvin námsfrøðingur á UCSJ í Roskilde í 2014. Karin Kristina hevur, áðrenn hon og familjan fluttu heim aftur til Føroya, eitt nú starvast í eini rørsluvøggustovu. Karin Kristina hevur eisini royndir úr Útibarnagarðinum á Tvøroyri, har børnini á dagstovnaøkinum í Tvøroyrar kommunu hava gingið síðsta árið, áðrenn tey eru farin í fyrsta flokk; tað vil siga júst hesin sami aldursbólkur, ið nú byrjar í forskúla.
Okur gleða okum at fylgja forskúlanum, nú hann fer í gongd, og okur ynskja nýggju starvsfólkunum vælkomnum og góðan arbeiðshug!
Meira um grundgeving fyri navninum kann lesast á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu: http://www.tvk.fo/content.asp?sid=5986&id=
dec. 2023