Vælumtóktir jólakalendarar :-)
Vælumtóktir jólakalendarar
Støddfrøði-jólakalendarin, ið Hildur hevur skipað fyri, hevur hvønn dag í desember givið okum eitt stuttligt og jólaligt roknistykki. Væl hevur verið gitt, og Hildur hevur funnið vinnarar ímillum tey, ið hava verið raskast at svara hvønn dag. Í Trongisvági vunnu Levi og Bárður í 3. flokki, og úti á Tvøroyri vann Bjørk í 4. flokki. Raskasti flokkurin at svara tilsamans var 5. flokkur.


Jólakalendarin hjá bókasavninum hevur somuleiðis givið okum ein spurning um dagin í desember. Hesir spurningarnir hava snúð seg um barnabókmentir, almenna vitan og ymiskt annað. Nógv hava svarað spurningunum, og eisini her er funnið fram til, hvør hevur verið raskast at svara - og svara rætt. Tríggir vinnarar vóru, og tær ganga allar í 9. flokki: Ranja, Ida og Sanna.




Takk til tykum øll, ið hava brúkt eina løtu at svara spurningunum :-) Tað gevur í øllum førum hug til at skipa fyri kalendarum aftur komandi ár :-)
Til heimini
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini
- 3. flokkur hátíðarhelt sín síðsta skúladag í innskúlingini
- Gloymd klæðir í innskúlingini