Verkætlan í 5. flokki: Tey sjey undurverkini
Tað hendir nógv í skúlanum! Hesa vikuna hevur okkurt serligt verið á skránni í 5. flokki. Á hvørjum ári skulu okra flokkar í mið- og hádeildini hava verkætlan eina viku, og í 5. flokki avgjørdu tey í ár, at tey skuldu gera okkurt, ið tey kundu evna til við hondunum.
Evnið hjá teimum var Tey nýggjaru sjey undurverkini!
Næmingarnir vórðu býttir í sjey bólkar. Í hvørjum bólki hava tey so alla vikuna arbeitt við at finna sær vitan um eitt av undurverkunum umframt at evna undurverkið til, so áskoðararnir saman við vitan um verkið eisini fingu sæð, hvussu undurverkini síggja út.
Fríggjadagin løgdu tey fram fyri 4. flokki og fleiri lærarum, og tey dugdu ótrúliga væl. Tað var stuttligt at síggja og hoyra, hvussu væl tey dugdu at greiða frá, og hvussu ymiskt bólkarnir høvdu arbeitt, tá teir skuldu evna undurverkini. Okur áskoðarar/áhoyrarar lærdu øll okkurt nýtt. Takk fyri, 5. flokkur og Winnie :-)

Tey sjey nýggjaru undurverkini eru:
1. Tann kinesiski múrurin


2. Fornaldarbýurin Petra í Jordan


3. Kristusstandmyndin í Rio de Janeiro, Brasil


4. Machu Picchu-leivdirnar í Peru


5. Maya-leivdirnar í Mexico: Chichen Itza


6. Colosseum í Rom


7. Taj Mahal í India


Til heimini
- Skúlastýrisfundur 21. oktober 2026
- Heystevnisvikan 2026: Kvæði, vísur og tættir
- Fráboðan um skrubb
- Frá skúlastýrinum: Okur ynskja barndóm uttan snildtelefonir
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul