01.jun 2021
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Starvið sum deildarleiðari í Tvøroyrar skúla verður lýst leyst til setanar frá 1. august 2021
Tvøroyrar skúli er skipaður sum ein skúli í tveimum deildum. Ein deild í Trongisvági, har innskúlingin er, og ein deild á Tvøroyri har mið- og hádeild er. Í løtuni eru 225 næmingar í 1. - 10. fl., og 28 lærarar og hjálparfólk starvast í skúlanum. Innskúlingin 1.-3. flokkur gongur í Trongisvágs skúla. Vit hava, í samstarvi við býráðið og skúlastýrið, gjørt munandi ábøtur og dagføringar á skúlan, og tað arbeiðið heldur fram, inntil skúlin lýkur øll krøv til nútímans undirvísing.
Umframt neyðug flokshøli og serstovur er skúlin tøkniliga væl útgjørdur. Samvirknar talvur eru í øllum skúlastovum og í fleiri serhølum, skúlin er hampiliga væl útgjørdur við teldum til næmingarnar, og internetsamband er í øllum skúlanum. Av bókum til flokkarnar hava vit alt tað nýggjasta, ið er útkomið á føroyskum, umframt tað, ið tørvur er á av útlendskum tilfari. Trongisvágs skúli hýsir eisini frítíðarskúlanum, og er granni við barnagarðin Mýrifípuna. Hesir stovnar og skúlin hava eitt ávíst samstarv.
Søkt verður eftir deildarleiðara, sum
Harumframt skal deildarleiðarin
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava læraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum, serliga í innskúlingini. Tað er ein fyrimunur at hava leiðsluroyndir.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum við fyribils tænastu í deildini í Trongisvági. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum.
Starvið verður sett sum sáttmálasett starv uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.
Skyldiga undirvísingartímatalið verður ásett eftir galdandi reglum.
Umsóknir við prógvi og CV skal verða skúlanum í hendi í seinasta lagi týsdagin 15.juni 2021 kl. 12.00.
Umsóknin skal sendast sum teldupostur til:
tvo@skulin.fo
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til skúlastjóran, Jón Johannesen á tlf. 222320 í skrivstovutíð skúlans. (Sí heimasíðu skúlans á tvoroyrarskuli.fo)
may. 2024