14.des 2023
Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
Hóast okur í skúlanum ofta royna nýggj hugskot og tiltøk, er ymiskt - kanska serliga á jólum, ið er afturvendandi. Hetta eru løtur og tiltøk, ið vanliga skapa gleði og hugna; løtur, ið okur ikki vildu verið fyri uttan.
Ein av hesum góðu afturvendandi tiltøkunum er, tá okra næmingar fara út til øll í kommununi, ið eru 80 ár og eldri, við eini jólaheilsan.
Flestu jólakortini eru teknað av næmingum í okra innskúling, og tað eru næmingar úr 4. flokki og eldri, ið fara út á vitjanir.
Ert tú vorðin 80 ár ella eldri, bankar væntandi á tínar dyr í morgin millum kl. 11 og 12 :-)
Jólakortið, ið er viðheft hesi grein, er frá í fjør. Tað er Mia, ið nú gongur í 2. flokki, ið hevur teknað.
apr. 2024