08.feb 2024
Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
Kunning um føstulávint (Gluggin og 1.-10.fl)
Komandi mánadagur, 12. februar, er føstulávintsmánadagur, og sjálvandi verður vanliga tímatalvan niðurløgd hendan dagin.
Gluggin og 1.-3. fl.
Gluggin møtir saman við 1.-3. flokki klokkan 08.00 í Trongisvági. Á skránni er millum annað tunnusláttur og føstulávintshugni við føstulávintsbolla og sunkist omaná. Skúladagurin endar klokkan 11.20, tá næmingarnir antin hava frí ella fara í frítíðarskúla. Vónandi møta tykur øll grýluklødd í góðum lag :-)
4.-7. fl. og 8.-10.fl
Miðdeildin (4.-7.fl.) møtir klokkan 8. Fyrsta løtan er í flokkunum, áðrenn farið verður at sláa tunnu. Tá tunnuslátturin er av, fáa øll okkurt gott, áðrenn ársins kattakongar og grýlur verða kosnar klokkan 10.30. Skúladagurin endar umleið klokkan 11.00.
Hádeildin (8.-10.fl. og Eftirsk.) møta seinnapart klokkan 16.00. Her verður somuleiðis møguleiki at gera seg grýluklára/n. Áðrenn farið verður at sláa tunnu, verður borðhald. Tá tunnan er niðursligin, verða vinnarar kosnir, og tá alt er avruddað, er skúladagurin hjá hádeildini av.
Felagsmyndir verða sjálvandi tiknar av øllum flokkunum!
Grýlukapping í mið- og hádeildini
Eins og undanfarin ár hevur næmingaráðið valt at heiðra festligastu grýlurnar (penastu, óhugnaligastu, kreativastu og stuttligastu grýlurnar umframt ársins grýlu, ið er vald við atkvøðugreiðslu).
Somuleiðis vinnur ársins festligasti flokkur (í mið- ella hádeild) ein serstakan vinning, so okur vóna sjálvandi, at tykur øll tíma at lata tykum í okkurt festligt, stuttligt, óhugnaligt ella okkurt annað grýlukent og minnast til góða lagið, so okur øll fáa ein góðan dag :-)
apr. 2024